Heiti stólurin: Simona Heinesen

Í heita stólinum, seta vit limum stevnu, at svarað nøkrum spurningum um seg sjálvan og sítt starv.

Spurningarnir sum settir verða eru m.a. hesir:
Hvussu eitur tú? Hvar arbeiðir tú? Hvat er títt starv? 

Hvussu hava heilsutilmælini ávirkað teg í tínum starvið? 

Hvussu hevur tað ávirka børnini/borgararnar? 

Onkur hugleiðing? 

Um tú hevur hugskot til spurningar, ella hvønn ið vit skulu seta í heita stólin næstufer, frætta vit fegin frá tær.


Hvussu eitur tú? 
Eg eiti Simona Heinesen

Hvar arbeiðir tú? 
Eg arbeiði á Dagstovninum á Velbastað.

Hvat er títt starv? 
Eg starvist sum námsfrøðingur á einari barnagarðstovu við børnum í aldrinum 3 til 5 ár. Saman við hinum starvsfólkinum ynskja vit at skapa eitt umhvørvi, har børnini trívast og mennast.

Stovan er deild upp í krókar við aldurshóskandi leikum, har børnini fordjúpa seg í spælið. Vit hava ríkar møgulleikar fyri at arbeiða kreativt, tí vit hava eitt stórt verkstað og eisini eitt smíðrúm. Vit leggja dent á, at børnini sjálvi eru við at skapa innihaldið í gerandisdegnum. Tí hava vit ikki nakra fasta vikuætlan, men lofta áhuganum hjá børnunum.


Vit kalla okkum ein grønan stovn. Vit hava sankutøð uttanfyri og skilja vit lívrunnið og rusk, tá vit eta matpakka. Vit hava eisini hønur, sum til dagligt ganga leysar í garðinum. Hetta ger, at børnini læra at verða um hønurnar, og børnini eru við í øllum arbeiðinum at røkta høsnagarðin. Tey eru við í øllum, frá at geva teimum mat til at sópa í høsnarhúsinum. Hetta er nakað, sum børnunum dámar sera væl, og er tað altíð kapping um hvør sleppur fyrst inn at hyggja,um hønurnar hava vorpið nakað egg í reiðurkassan. 

Vit hava eitt fantastiskt umhvørvið runt um barnagarðin. Stovnurin liggur soleiðis fyri, at vit skula bara út um portrið, so eru vit í haganum. Hetta brúka vit nógv alt árið.

Hvussu hava heilsutilmælini ávirkað teg í tínum starvið? 
Heilsutilmælini hava haft stóra ávirkan á okkara gerandisdag. Vit hava færri leikur, spøl og annað inni á stovuni. Eisini er spæliplássið uttanfyri deilt upp soleiðis, at stovurnar hava haft hann í ein dag í senn. Hesa tíðina eru børnini ikki sloppin at ferðast runt í húsinum, sum annars er vanligt. Tey eru ikki sloppin at vitja aðrar stovur, legorúmið, spælihøllina ella inn í køkin og vaskirúmið. Tað hevur verið ringt at venja seg til nýggju tilveruna. 


Hetta við, at foreldrini ikki sleppa heilt inn á stovnin, vóru vit eitt sindur bangin fyri, serliga tá hugsað verður um, at børnini ikki hava verið á stovni í longri tíð. Men hetta vísti seg ikki at vera nakar stórur trupulleiki. Vit hava klistra eitt mark á gólvið, hagar foreldrini kunna koma inn, tá tey avhenda ella heinta. Børnini halda tað vera stuttligt, at mamma og babba ikki sleppa longri inn enn strikuna á gólvinum. 

Vit valdu beinanvegin, at vit ikki kundi gera okkara arbeiði, um vit skuldu halda frástøðu á 2 metrar. Hvussu kunna vit vísa børnunum umsorgan, um vit ikki kunna klemma tey ella sita saman við teimum? Tí valdu vit at síggja burtur frá hesum. 

Tað hevur verið eitt sindur avbjóðandi at halda reinførið. Børnini skulu vaska hendurnar tá tey koma um morgunin, og tá tey fara heim, áðrenn vit eta, aftaná vit hava etið og tá tey hava verið úti og spælt. Eisini hava vit ansað serliga væl eftir, um okkurt barn koyrir fingrarnar í munnin, oyruni ella nøsina, tí so muga tey aftur at vaska hendurnar. 

Hvussu hevur tað ávirka børnini? 
Eg haldi ikki, at børnini tosa so nógv um korona. Vit hava valt ikki at tosa við børnini um korona, tí tað hoyrir man nokk um alla aðrastaðni. Í staðin hava vit spurt, hvat tey hava hugnað sær við heima, meðan barnagarðurin hevur veriðstongdur. Um børnini sjálvi hava tosað um korona, hava vit sjálvandi eisini luttikið, og tosað við tey um tað.

Eg haldi, at tað sum fyllir mest hjá børnunun er, at mann ikki kann vitja hvønn annan. Eg havi fleiri ferðir hoyrt tey siga “Tá korona er liðugt, kemur tú so at vitja meg?”.

Av tí, at tilmælið er, at bert 10 kunnu vera í einum rúmi í senn, hava í mesta lagi 8 børn verið í barnagarði. Eisini hevur tilmæliðverið at vera mest møguligt úti, so vit hava verið nógvar langar túrar. Tað hevur næstan verið soleiðis, at børnini spyrja, tá tey koma í barnagarð: “Hvar fara vit túr í dag?”. 

Tað hava ikki verið so nógv børn á stovni hesar dagarnar, og tí hevur verið betri møguleiki hjá mær at verða meira nærverandi, og geva børninum tann ans, sum mann altíð ynskir at geva, men ikki altíð kann.

Onkur hugleiðing?
Tað, sum hevur verið mest frustrerandi hesa tíðina, hevur verið at bíða eftir kunning frá kommununi og/ella koronavegleiðingini. 

Kunningin er komin alt ov seint. Ikki fyrr enn hósdag ella tíðiliga fríggjamorgun, eru boðini komin, um hvussu arbeiði skal skipast frá mánadegi. Onkuntíð hevur kunningin verið sera ógreið. Hetta haldi eg ikki vera nóg gott, tí nøkur av tilmælunum frá teimum hava havt við sær, at vit skula umskipa okkara dagligdag á stovninum, ella finna út av, hvussu vit fáa tað at hanga saman. Tað ber illa til, tá boðini koma so seint. 

Tá eg fór heim hósdagin (7. mai), visti eg enn einki um hvat møtir mær, tá eg skal møta aftur til arbeiðis mánamorgun. Tað er ikki tí, at tey ikki hava havt tíð at koma við tilmælum ella at taka avgerðirnar. Løgmaður lat meira upp longu tann 30. apríl.

Hetta er ikki nóg gott og fær meg at hugsa: Hvør er virðingin fyri okkara arbeiði, fyri foreldrum og avvarðandi, og fyri okkara minstu borgarum –  sum einaferð í framtíðini skula stýra okkara landið?