HEVUR TÚ FINGIÐ TÍTT SETANARBRÆV?

Tá ið tú fert í nýtt starv, sum stendur við í meira enn ein mánaða, og sum í miðal er meira enn 8 tímar um vikuna, skalt tú minnast til at fáa setanarbræv frá arbeiðsgevaranum. Hetta er tó ikki galdandi fyri sjófólk, hvørs starvssetan er grundfest í sáttmála og í sjómanslógini.

Setanarbrævið skal upplýsa:
• Navn og bústað arbeiðsgevarans og løntakarans
• Nær starvssetanin byrjar og hvussu leingi setanin stendur við, um hon ikki er óavmarkað
• Starvsstaðin
• Vanligu dagligu arbeiðstíðina ella tímar um vikuna
• Starvsøki
• Starvsaldur og næstu broytingar í starvsaldri​
• Galdandi sáttmála
• Løn, ískoyti, herundir eisini eftirløn, trygging o. líkn.
• Nær løn verður útgoldin
• Rætt løntakarans viðvíkjandi rindaðari frítíð
• Longd á uppsagnarfreistum
• Møguligar aðrar avtalur í sambandi við starvssetanina
• Arbeiðsgevarin hevur sambært lóg skyldu at geva tær setanarbræv, sum inniheldur omanfyrinevndu viðurskifti. Kortini eru nógv, ið ikki fáa setanarbræv.

Hevur tú arbeitt, men uttan setanarskriv, kanst tú biðja arbeiðsgevaran um setanarskriv. Hetta eigur tú at gera, sama hvussu leingi tú hevur verið hjá arbeiðsgevaranum. Eru trupulleikar við at fáa setanarbræv, kanst tú venda tær til álitisfólkið á arbeiðsplássinum, sum kann taka málið upp við leiðsluna. Til ber eisini altíð at venda tær til títt fakfelag.

Sambært lóg skulu øll, sum starvast meira enn 8 tímar um vikuna í meira enn ein mánaða, hava eitt setanarbræv.

Flest allir sáttmálar á føroyska arbeiðsmarknaðinum hava ásetingar um, at ein arbeiðstakari skal hava setanarbræv.