Landsleiðaradagur 2018

7. septembur verður landsleiðaradagur í Norðurlandahúsinum hjá Føroya Pedagogfelag.

Á skránni verða fyrilestrar um ymisk viðkomandi evni fyri leiðarar á námsfrøðiliga økinum. Katrin Kallsberg, lækni og politikari, fer at tosa um djúptøkið arbeiði, ella “deep work”, Maibritt Højgaard organisatiónssálarfrøðingur, tosar um relatiónir, og tað at koma aftur til røturnar og Marna Jacobsen,, forkvinna í Demokratia og doktari í norðurlendskum máli, bókmentum og námsfrøði, fer at viðgera evni virði á námsfrøðini.

Morgunmatur, miðmáli og og tapas verður á skránni, umframt at Kata framførir nøkur løg.

Skrá fyri dagin
9.00-9.50 Innskriving og morgunmatur
9.50-10.00 Forkvinnan bjóðar vælkomin
10.00-12.00 Katrin Kallsberg tosar um evnið: Deepwork
12.00-13.00 Hotel Føroyar borðreiður við miðmála
13.00-13.45 Marna Jacobsen tosar um evnið: Hvat virði hevur námsfrøði ?
13.45-14.00 Steðgur
14- 14.45 Maibritt Højgaard tosar um evnið: Aftur til røturnar, ja tað snýr seg um relatiónir
15-15.30 Steðgur
15.30 -17.00 Maibritt Højgaard heldur fram við evninum: Aftur til røturnar, ja tað snýr seg um relatiónir
17.00-18.00 Matstovan Smakka borðreiður við tapas – Kata framførir nøkur løg
18.00 Dagurin endar

kostnaður 2000 kr. fyri limir.

tilmelding fer fram her (NÝGGJ LEINKJA): http://innrita.tilmelding.fo/registration_step1.php?e=4b18e9640cf7cd9ffcb9a0ede2356e8f

tak PDF um tiltakið niður her: LLD18