Landsleiðaradagurin er útsettur

Góðu eindarleiðarar, leiðarar og varaleiðarar.

Vit eru ómetaliga kedd av at boða tykkum frá, at vegna nýggju koronu-tilmælini noyðast vit at útseta Landsleiðaradagin, sum skuldi vera tann 20. November 2020. Ein onnur gleðilig orsøk er, at tilmeldingin var so góð, at tilmælini ikki tilláta, at dagurin og kvøldið verða hildið sum ætlað.

Dagurin verður í staðin hildin á Hotel Hilton Garden Inn tann 15. Januar 2021, og vóna vit, at støðan tá loyvir okkum at halda dagin.