Leiðararáðið: so hendi tað aftur.

Í tíðindunum í gjár 24 juni, hoyrdu vit ein arbeiðsgevara umrøða bæði starvsfólk og leiðara á dagstovnaøkinum í einum málið, ið hann sjálvur sum arbeiðsgevari er partur av. Hesaferð var tað borgarstjórin á Eiði, ið úttalaði seg um 3 starvsfólk og leiðaran á dagstovnaøkinum.

11. apríl í ár kallaði Føroya Pedagogfelag allar leiðarar, ið eru limir í felagnum, til fund, tí støðan hjá leiðarum var ótrygg. Ótryggleikin stóðst av, at arbeiðsgevarar høvdu valt, alment at úttala seg um nøkur starvsfólkamál. 

Eftir fundin sendi Føroya pedagogfelag út yvirlýsing, har felagið vegna limir sínar, ið eru leiðarar, átalar handfaringina av nøkrum av starvsfólkamálunum, sum høvdu verið frammi alment.  

Somuleiðis heitti Føroya Pedagogfelag á arbeiðsgevarar um at hugsa seg um, áðrenn tey umrøða teirra starvsfólk í almennu miðlunum – eisini havandi fyrisitingarlógina í huga.

Samstundis heitti felagið eisini á fjølmiðlar um at vísa størri etiska ábyrgd og varsemi – við at hugsa um persónin handa málið. 

Og nú søgan endurtekur seg, stendur Leiðararáðið hjá Føroya Pedagogfelag óskiljandi um, at enn ein arbeiðsgevari við enn einum vánaliga handfarnum máli – úttalar seg alment. 

Leiðararáðið metir, at handfaringin av málinum er átaluverd – og vit vísa enn eina ferð til fyrisitingarlógina.

Leiðararáðið vísir við hesum á, at tá ið arbeiðsgevarar alment fara út og umrøða sínar leiðarar og starvsfólk annars, eru teir við til at skapa ótryggleika, mistrivna og sperdar arbeiðsumstøður hjá leiðarum og starvsfólkum umframt, at loyalitetur og ábyrgd fara at rilla.

Arbeiðsgevarar eiga at vita, at ótryggleiki breiðir seg, sum ringar í vatni. 

Leiðararáðið hjá Føroya Pedagogfelag