Leiðararáðsdagur 2018

Leiðararáðsdagur varð hildin í Starvsmannafelagnum í gjár. Á skrá vóru skyldur og møguleikar mótvegis lutfalsliga limum í Pedagogfelagnum og Hjálparfólkafelagnum.

Herluf Sørensen, organisatiónsráðgevi, og Jógvan Philbrow, formaður í pedagogfelagnum, høvdu hvør sínar framløgur, og so var eisini nevndarval til leiðararáðið.
Eftir framløguna hjá Herluf skipaði hann fyri bólkakjaki við luttakarunum á fundinum, har endamálið var at fáa fram og skapa kjak kring avbjóðingar og tankar í samband við dagsins evni, sum leiðarar sínamillum høvdu á teirra starvsplássum.
Eftir matarsteðgin bar Nancy Poulsen fram ársfrágreiðingina hjá leiðararáðnum. Hon greiddi frá virkseminum farna árið. Millum annað hevði leiðararáðið havt fleiri mál um hendi farna árið, enn undanfarin ár, og kanska serliga í samband við verkfallið. Eisini mælti leiðararáðið í frágreiðingini til, at faklig leiðsla má setast í hásæti, og at tað eisini er neyðugt við nýggjum bygnaði í Pedagogfelagnum.
Síðani var nevndarval. Nancy Poulsen, Hildur Hermansen og Poula Ejdesgaard stóðu fyri vali. Tær bjóðaðu seg allar at halda fram, og ongi mótvalevni vóru, so nevndin varð afturvald. Nevndin komandi árið er sostatt mannað av: Rúnu Tausen, Poulu Ejdesgaard, Nancy Poulsen, Hildur Hermansen og Marjun Hentze. Eykaumboð eru nú Kára Løkin og Poula Djurhuus.
Eftir kaffisteðgin kom Jógvan Philbrow á skrá við uppleggi um eftirvirkna av verkfallinum. Í røðuni greiddi hann frá hvussu  leiklutir hjá pørtum broytast í verkfallstíðum, og hvussu stóra ávirkan tað kann hava á einstaklingar og fakbólkar. Álit millum partar verður øðrvísi, og millum annað hava vit sæð eina avleiðing av tí verða, at eitt hjálparfólkafelag er sett á stovn.
Jógvan hevði síðani framløgu um hvussu Pedagogfelagið sum heild hevur lukkast við samráðingum farnu árini í mun til onnur fakfeløg. Kjak stóðst av tí, umframt at ymisk onnur evni eisini vóru havt á lofti. Sum heild var tað ein væleydnaður leiðararáðsdagur.
Komandi landsleiðaradagur verður 7. Septembur 2018 í Norðurlandahúsinum. Skráin verður kunngjørd seinni.

Viðmerk