Limanøgdsemiskanning send út

Í morgun hevur Pedagogfelagið sent eina nøgdsemiskanning út. Kanningin verður gjørd í samstarvið við J.Herluf Sørensen, ráðgeva.

Kanningin er send út umvegis teldupost. Um tú ikki hevur móttikið leinku til kanningina, skalt tú gera fylgjandi:

1: Kanna um telduposturin møguliga er farin í SPAM/óynsktir teldupostar.

2: Tínar upplýsningar hjá Pedagogfelagnum eru ikki rættar! Rætta tínar upplýsningar HER.

Allir limir, sum taka lut, eru við í lutakasti um eitt gávukort á kr. 2000,00 frá Atlantic Airways.

Seinasta freist at svara er 1. november 2019 kl. 12.00.