Hjálparfólkaráðið bjóðar øllum hjálparfólkum, sum eru limir í Pedagogfelagnum, til eitt áhugavert tiltak í Skótahúsinum við Løkin í Runavík, mánakvøldið 20. november 2023, klokkan 18.45.
Dagfesting: Mánadagin 20.11.2023, Kl. 18.15 – byrjað verður við onkrum til góman,
Stað: Skótahúsið við Løkin í Runavík
Kl. 19.00 heldur Bergtóra Høgnadóttir fyrilestur um amboð og vitan, hon heldur eru ein fortreyt, um ein áhaldandi skal brenna fyri yrki sínum og Guðrun Sólja Jacobsen syngur nakrar sangir.
Vit kenna øll eldsálirnar, sum leggja lív, sál, orku og nógva tíð í sítt arbeiði. Fleiri duga serstakliga væl at hava umsorgan fyri øðrum, men duga minni væl at geva sær sjálvum eginumsorgan. Veitst tú, hvussu tú løðir tíni egnu battaríir og hvat gevur tær orku?
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding áðrenn 17. nov.:
Melda til her!