Limatiltak: Hvussu er støðan hjá mær, tá eg skal frá við eftirløn

17. mai 2022, klokkan 19.00 – 21.00 verður tiltak á Hotel Hilton fyri limir í Føroya Pedagogfelag, serliga ætla limum, ið eru 55 ár og eldri.

Heitið: Hvussu er støðan hjá mær, tá eg skal frá við eftirløn.

Umboð frá LÍV og Fíggjarmálaráðnum koma at greiða frá, og høvi verður at seta spurningar.

Møti fjølment!

Neyðugt er við tilmelding – TRÝST HER!!