Limatiltak í Miðnámsskúlanum í Suðuroy, tann 13.12.2023

At brenna fyri uttan at brenna út

Góðu limir í Pedagogfelagnum

Føroya Pedagogfelag bjóðar øllum limum í felagnum,til eitt áhugvert tiltak á Miðnámsskúlanum

í Suðuroy, mikukvøldið 13. desember 2023 kl. 18:15

Vit byrja kvøldið við onkrum góðum til góman.

Bergtóra Høgnadóttir heldur fyrilestur

Guðrun Sólja Jacobsen syngur nakrar sangir

Brellbiti frá Bergtóru:

Vit kenna øll eldsálirnar, sum leggja lív, sál, orku og nógva tíð í sítt arbeiði. Fleiri duga serstakliga væl at hava umsorgan fyri øðrum, men duga minni væl at geva sær sjálvum eginumsorgan.  Veitst tú, hvussu tú løðir tíni egnu battaríir og hvat gevur tær orku?

Tiltakið er ókeypis, tó er neyðugt er við tilmelding, áðrenn  8. des. kl. 16.00, melda til HER