Lønartjekk 15. mai og 8. juni

Mánadagin 15. mai er skrivstovan í Tungugøtu opin til kl. 19.00, har tú fært høvi at koma til eitt lønartjekk.

Rætta løn – rættan starvsaldur?

Kom við lønarseðlunum og setanarbrævi og vit kanna, um tú fært røttu lønina.

Vit vita, at tað kann tykjast torført, og øll eru ikki eins áhugað í at seta seg inn í síni lønarviðurskifti – tí vilja vit bjóða tykkum til eitt lønartjekk hjá okkara serfrøðingum.

Føroya Pedagogfelag bjóðar øllum limum inn á gólvið í Tungugøtu 1 í Havn, hósdagin 15. mai 2023, millum kl. 15.00 og 19.00.

Vit sita tá klár at gjøgnumganga og eftirkanna júst tíni viðurskifti.

Ætlandi fer skrivstovan á ferð runt landið í 2023. Vit bjóða inn so hvørt tað er greitt nær og hvar.

8. juni 2023 verða vit í Suðuri.

Sandoy, Eysturoy og Norðurstreymoy eru ikki løgd til rættis enn.

Føroya Pedagogfelag