Myndugleikar góðtaka umsorganartrot

Aftur og aftur uppliva vit, at avvarðandi, áhugabólkar, fakfólk og onnur rópa um hjálp. Rópt verður fyri tey, sum ikki sjálvi hava eina rødd. Alt ov ofta er hetta neyðugt, tí støðan hjá tí, ið hevur tørv á einum tilboði, sum ikki verður veitt, nú er so álvarsom, at talan mangan er um óúthaldiligar umstøður. Hesi hava troytt allar møguleikar, men verða ikki hoyrd ella møtt, og tí er seinasta loysn at rópa varskóg í fjølmiðlunum. Hetta er ov galið.

Dømini eru fleiri seinastu vikurnar, t.d. eru tilboð fyribils tikin vekk í Sernámi, einki frítíðartilboð fyri børn við serligum tørvi og nú eisini fosturforeldur, sum eru komin heilt har út, at tey mugu siga stopp. Onnur dømi eru eisini, t.d. dagstovnar sum steingja í úrtíð, manglandi bústaðir til fólk við avbjóðingum og bíðitíðir til útgreiningar í sjúkrahúsverkinum.

Orsøkirnar til hesa støðu kunnu vera fleiri. Mangan verður rópt upp um starvsfólkatrot, ein støða, sum Pedagogfelagið hevur ávarað myndugleikarnar um í áratíggju. Batar eru at hóma í tí smáa, men tíverri síggja vit alt ov lítið ítøkiligt henda. Nakrar komunur handla av sínum eintingum, meðan ein larmandi tøgn valdar frá landsins ovastu myndugleikum. Hetta er ein trupulleiki. Landsins myndugleikar hava ábyrgdina av lógarverkinum og illa virkandi skipanum, sum í mongum førum gera, at menniskju detta niðurímillum, tí skipanir ikki eru nóg greiðar ella ikki snakka nóg væl saman. Hetta kemur undir alment umsorganartrot.

Komandi Løgtingsval verður avgerandi fyri framtíðina á øllum umsorganarøkinum í Føroyum. Tað er neyðugt at seta alt hetta á skrá og geva tí hægstu raðfesting. Hetta hevur eins stóran, um ikki størri týdning enn tunlar og fiskiloyvi, tí hetta er um menniskju – menniskju, sum eru í neyð.

Nikkil Heinesen, næstformaður
FØROYA PEDAGOGFELAG