Í farnu viku vóru umboð fyri leiðararáðið hjá Føroya Pedagogfelag á ráðstevnu í Keypmannahavn um “den styrkede pædagogiske læreplan”. Barna- og Socialministeriet skipaðu fyri fakdegi við endamálinum at miðla og geva íblástur úr nýggju eftirmettu donsku námsfrøðiligu læruætlanini til praktiskt arbeiði á stovnum. Fyrsta læruætlanin kom út í 2004, og nú var tíðin búgvin at eftirmeta.
Danska læruætlanin er galdandi við lóg í Danmark. Í Føroyum hava vit ikki lóg á hesum øki, men Mentamálaráðið hevur útgivið líknandi námsfrøðilig stevnumið út í faldara, tillagað føroyskum viðurskiftum, sum á fleiri hættir minnir um tey donsku. Føroysku myndugleikarnir eftirmeta tó ikki námsætlanir her á landi. Pedagogfelagið metti tað verða viðkomandi at senda føroysk umboð á rástevnuna at fáa íblástur til økið í Føroyum.
Á ráðstevnuni varð millum annað sjóneyka sett á fyrstu 1000 dagarnar hjá børnum á stovni. Gransking hevur víst hvussu týdningarmikið tað er at tryggja børnum góð kor fyrstu trý árini, um tey skulu blíva vælvirkandi samfelagsborgarar, og hvønn týdning tað hevur at fokusera uppá lívið hjá stovnsbørnum har tey eru, heldur enn at hugsa í fyrireikandi menning til skúlagongd.
Ein annar av høvuðsboðskapunum á ráðstevnuni var, at ístaðin fyri í stóran mun at skjalfesta virksemi, so heldur skapa eitt fakligt reflekterandi forum á stovnum. Nógv tíð kann fara við at skjalfesta virksemi yvirfyri myndugleikum og øðrum áhugapørtum. Ístaðin skulu stovnar menna sínar egnu fakligu eftirmetingarskipanir, har góðskan av ymsa virkseminum verður eftirmett. Tað kann so verða viðvirkandi til at skapa eina fakliga eftirmetingarmentan á økinum.
At styrkja barnafelagsskapin, heldur enn at fokusera uppá menning av hvørjum einkulta barni, at síggja týdningin í rutinum og sjálvum spælinum hjá børnum, og annars menna betri foreldrasamstarv, vóru onnur fokusøki, sum vóru frammi á ráðstevnuni.
Ráðstevnan var sera áhugaverd fyri leiðararáðsluttakararnar, og vónin er eisini, at íblásturin kann gerast partur av framløgu á fakligum degi fyri dagstovnaleiðarar einaferð í heyst. Um ynskir eru um at hoyra meira um ráðstevnuna, so er endiliga at seta seg í samband við leiðararáðið.
Les meira um læruætlanina her:
http://socialministeriet.dk/media/18433/master-for-en-styrket-paedagoiske-laereplan.pdf
Les meira um føroysku stevnumiðini fyri føroyskar dagstovnar her:
http://www.mmr.fo/fo/arbeidsoki/utbugving-og-gransking/dagstovnar/namsfrodilig-stevnumid/