Námsfrøðingar eiga at manna námsfrøðistørv

Landsstýrismaðurin í barna og útbúgvingarmálum heldur, at tað hevur stóran týdning at verja borg og hjúkla um fakligheitina, sjálvt um starvsfólkatrotið á námsfrøðiliga arbeiðsmarknaðinum er ovurstórt, og tað kann vera lokkandi at slaka upp á faklig krøv og ásetingar.

Ingolf S. Olsen – PRESS

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, er kvikur at svara, tá hann verður spurdur um stóra starvsfólkatrotið á námsfrøðiliga arbeiðsmarknaðinum kundi freistað hann at sett fram uppskot um at broyta ásetingina í dagstovnalógini, um at í minsta lagi tveir triðingar av starvsfólkunum á dagstovnunum skulu vera námsfrøðingar:

– Ja, so hevði eg broytt tað til tríggjar triðingar.

Hann flennir, tí tað er sagt í skemti, men kortini er eisini álvari aftanfyri, tí Djóni Nolsøe Joensen, er sjálvur útbúgvin námsfrøðingur, og hann veit, hvussu viðkvæmt alt økið er. Ikki minni, tá tað rekur á kíkin, sum nú, og tí hann veit, hvussu lætt stórur partur av politisku skipanini hevur við at gleiva upp um hugtøk sum fakligheit og ábyrgd, tá tað snýr seg um námsfrøði.

– Eg veit ikki rættiliga, hví tað er so, men eg kann ikki koma í tankar um nakað annað fakøki, har tað verður góðtikið, at tað ikki eru tey við teimum bestu kvalifikasjónum, sum manna størvini. Ongin ímyndar sær annað, enn at tað eru læknar, sum manna læknastørvini á sjúkrahúsunum og í kommunulæknaviðtalun um, og at tað eru útbúnir fólkaskúlalærarar, ið manna lærara størvini. Men á námsfrøðiliga arbeiðsmarknaðinum er øðrvísið. Tað tykist, sum at fólk í størri mun halda tað vera í lagi, at tað er minni fakligheit á námsfrøðiliguarbeiðsplássunum, sjálvt um tað er teimum, vit líta til at taka sær av okkara børnum, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Hann vissar um, at hann við hesum ikki á nakran hátt ætlar at klikkja niður á hjálparfólkini.

– Tvørturímóti. Eg havi allarstørstu virðing fyri teimum, og vit vita øll, at uttan hjálparfólk hevði ongin stovnur havt opið í dag. Kortini standi eg, sum havi eina útbúgving í námsfrøði, við mína fakligu støðu, at námsfrøðilig arbeiðspláss eiga at verða mannað við námsfrøðingum. Tað letur seg bara ikki gera, og so mugu vit fyrihalda okkum til ta støðuna, sigur landsstýrsmaðurin.

Betri sømdir

Djóni Nolsøe Joensen vísir á, at tað at fyrihalda seg til støðuna í eins stóran mun snýr seg um at hugsa um arbeiðsumstøðurnar hjá hjálparfólkunum, og tað snýr seg um bara at hugsa um námsfrøðiligu fakligheitina. Hann heldur til dømis, eins og formaðurin í Pedagogfelagnum í aðrari grein her á síðunum, at reglan eigur at vera, at hjálparfólk verða sett í fast starv.

– Vit vita jú, at vit í nógv ár fram ikki kunnu vera eina rúgvu av hjálparfólkum fyri uttan. Tí eiga tey, ið ynskja tað, at verða sett í fast starv. Óvissan við at skula søkja hvørt ár er eisini eitt, sum Hjálparfólkafelagið hevur gjørt vart við. Eg haldi, at tað eigur at vera reglan, beinanvegin eitt námsfrøðingastarv verður lýst leyst, at um ongin námsfrøðingur søkir, men bara hjálparfólk, so verður tað hjálparfólkið, sum er best skikkað, sett í fast starv, sigur hann.

Truplar uppgávur

Sumt er torførari at loysa, uttan at slaka upp á fakligheitina, ásannar Djóni Nolsøe Joensen.

– Tað verða til dømis lagdar alsamt fleiri truplar uppgávur á dagstovnarnar. Og her má eg aftur leggja dent á, at hetta ikki skal skiljast, sum at eg ikki haldi, at hjálparfólk duga ella gera sítt arbeiði nóg væl. Men um eg tildømis eri námsfrøðingurin á eini stovu, havi tvey hjálparfólk afturat mær, og á stovuni eru 20 børn, harav fimm, ið annaðhvørt hava serligan tørv ella eru undir eftirliti av barnaverndini, so eigi eg ikki at leggja alla ábyrgdina yvir á hjálparfólkini, tí eg skal út at hava eina foreldrasamtalu, ella eg skal brúka ein tíma til at skriva ella okkurt triðja.

– Eg eigi ikki at kunna áleggja teimum so stóra ábyrgd. Men soleiðis er tað tíverri blivið við tíðini, hjálparfólk mugu støðugt oftari taka sær av ymiskum, sum tey ikki eru útbúgvin til og tískil kanska ikki hava nakran møguleika fyri at síggja og handfara rætt, sigur hann.

Les alt Pedagogblaðið HER.