Námsfrøðingar til Dagstovnin við Kráir

Søkt verður eftir námsfrøðingum at byrja 13. august 2018, ella eftir nærri avtalu. Talan er um størv á 30-40 tímar um vikuna.

Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á:
• at børn og starvsfólk trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum.
• at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk.
• at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn.
• at virða tað einstaka barnið.
• at ferðast nógv í náttúruni.

Vit ynskja at tú:
• ert álítandi og hevur góð samstarvsevni.
• hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag.
• undir ábyrgd av leiðslu og í samstarvi við starvsfólkið, vilt verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga umhvørvið við Kráir.

Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

Dagstovnurin við Kráir
Hvalvíksvegur 74
430 Hvalvík

ella
krair@sunda.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 4. juni 2018.

Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í staðin í tíðaravmarkað starv.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Unn Eldevig Petersen, stovnsleiðara á telefon 297235.