Námsfrøðingar til Mýrunar í Runavík

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum 30-40 t. um vikuna. Annað starvið er fyribils til summarfrítíðina 2019. Størvini verða sett 15. aug. 2018 ella skjótast gjørligt.
Barnagarðurin á Mýrunum liggur í einum náttúruvinaligum umhvørvi og er normeraður til 94 børn. Stovnurin er skipaður við 3 barnagarðsstovum, 2 vøggustovum og eini stovu til børn við serligum tørvi.

Førleikakrøv:
• Vit sóknast eftir starvsfólki, ið hevur útbúgving sum námsfrøðingur.
• Er nýhugsandi og ígongdsetandi.
• Hevur hegni at veita umsorgan og góð samstarvsevni.
• Vit ynskja, at tú, í tøttum samstarvi við starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið.
• Saman við starvsfelagum viðvirkar til at skapa eitt spennandi og lívligt námsfrøðiligt umhvørvi.
• Góðan munnligan og skrivligan málførleika, umframt hollan telduførleika.

Vit bjóða:
• Góðar arbeiðsumstøður og gott arbeiðsumhvørvi, har tú kann seta tín dám á gerandisdagin.
• Eitt spennandi og mennandi starv við nógvum avbjóðingum.
• Ein vælvirkandi starvsfólkabólk og stovn, har námsfrøðiliga orðaskifti er í hásæti.
• Ein stovn, ið umframt at arbeiða við TÍTT, eisini arbeiðir eftir egnari menningarætlan.
• Ein gerandisdag við hugleiðingum um barnsins menning í tøttum samstarvi við vøggustovurnar, barnagarðsstovurnar og stovuna við børnum við serligum tørvi.

Persónligir eginleikar
• Evni at eggja og ganga undan.
• Vera málsøkin og nýhugsandi.
• Opin og fyrikomandi, arbeiðsamur og røkin.
• Tað hevur stóran týdning, at tú sum starvsfólk, tolir broytingar, ið kunnu koma fyri á stovninum.

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og er flokkað á stig 11-20. Meira fæst at vita um stovnin við at fara á heimasíðuna http://myrunum.fo og um størvini, við at venda sær til Oslu Olsen, leiðara á tlf. 237880.

Søk starvið á www.runavik.fo leys størv.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 10. juni.