Námsvarpið í luftini

Dentur verður lagdur á fakligheit og námsfrøði í verki í nýggju poddvarpssendingunum hjá Føroya Pedagogfelag

Ingolf S. Olsen – PRESS

Námsvarpið er navnið á nýggju poddvarpssendingunum hjá Føroya Pedagogfelag, og lagt verður fyri við tí fyrstu í dag.

Henda fyrsta sendingin er ein kunnandi vælkomstsending, sum mest snýr seg um, hvat lurtararnir kunnu vænta sær í komandi sendingum. Her práta Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, Nicodemus Líggjasson, námsfrøðingur og fakligi ryggurin í sendingunum, og Ingolf S. Olsen, journalistur, um Námsvarpið, og hugsanirnar aftanfyri tað.

Studioprát og tað tøkniliga verður avgreitt hjá Steinamørk í Søldarfirði.

Í Námsvarpinum er tað í fyrsta lagi fakligheitin – námsfrøðin í verki – sum dentur verður lagdur á, og námsfrøðilig arbeiðspláss verða í stóran mun karmar um sendingarnar. Tó verður eisini rúm fyri øðrum áhugaverdum studiopráti um námsfrøði og námsfrøðiyrkið.

Longu í næstu viku verður Námsvarpið aftur við tí fyrstu sendingini frá einum námsfrøðiligum arbeiðsplássi – vit vitja Gula Skúla á Argjum – men annars er ætlanin, at koma við nýggjum sendingum einaferð um mánaði.

Hoyr Námsvarpið her!