Námsvarpið vitjar Gulaskúla á Argjum

Guliskúli á Argjum er eitt sertilboð til næmingar í 4. – 10. flokk, sum vegna serligar avbjóðingar, til dømis autismu ella ADHD, hava trupult við at laga seg til umstøðurnar í vanliga fólkaskúlanum. Í Gulaskúla ganga spæl og undirvísing hond í hond, og námsfrøðingar og lærarar arbeiða í felag – okkurt um ein triðingur av starvsfólkunum er námsfrøðingar.

Í Námsvarpinum prátar Nicodemus Líggjasson við Una Wardum, námsfrøðing, og hann leggur millum annað dent á, at trivnaðurin altíð skal standa fremst, tí hann er ein avgerandi fortreyt fyri, at næmingarnir kunnu læra nakað og mennast. Strembað verður eftir, at allir næmingarnir fáa prógv, og ongin næmingur verður sleptur, fyrr enn vissa er fyri, at aðrar hendur taka yvir.

Vit biðja um umbering fyri, at ljóðgóðskan í samrøðuni ikki er tann besta – hetta er serliga galdandi, um lurtað verður við airpoddum í oyrunum. Vantandi royndir við útgerðini gingu út yvir ljóðgóðskuna, men tað er kortini eydnast dugnaliga tøkninginum Ronny P. Jacobsen hjá Steinamørk í Søldarfirði at bjarga upptøkunum og fáa sum frægast burturúr.

Í Námsvarpinum hesa ferð prátar Nicodemus Líggjasson, vinstrumegin, við Una Wardum, námsfrøðing í Gulaskúla á Argjum

Í Námsvarpinum hesa ferð prátar Nicodemus Líggjasson, vinstrumegin, við Una Wardum, námsfrøðing í Gulaskúla á Argjum

Tøkniligi snillingurin Ronny P. Jacobsen hjá Steinamørk í Søldarfirði megnaði at bjarga upptøkunum, sum vóru alt annað enn góðar, tá hann fekk tær upp í hendurnar

Tøkniligi snillingurin Ronny P. Jacobsen hjá Steinamørk í Søldarfirði megnaði at bjarga upptøkunum, sum vóru alt annað enn góðar, tá hann fekk tær upp í hendurnar

Lurta her!

Ella finn alt her.