Námsvarpið vitjar Kura í Kollafirði

Vakra náttúran við sínum lendi og stórt frælsi hjá børnunum eyðkenna námsfrøðina á dagstovninum Kura í Kollafirði

Eitt av starvsfólkunum var í høghælaðum skóm, tá tey á dagstovninum Kura í Kollafirði ein dagin fyri 12 árum síðan fóru ein túr í hagan.

Connie Lassen hevði júst tikið við sum leiðari, og hon orkaði einfalt ikki tankan um heilar vaktir inni á stovninum. Hon vildi út, og tað skuldi ganga skjótt, við ella uttan stilettir.

Síðan hava lendið, náttúran, vakra nærumvhørvið við Botnánna í Kollafirði og øll bygdin við sínum fólki og livandi virksemi verið námsfrøðiligu høvuðsamboðini á dagstovninum – saman við víðum frælsi hjá børnunum ígjøgnum sítt spæl at gera egnar royndir. Høvuðsamboðini eru tey somu, sama um talan er um eitt nú málmenning ella rørslumenning.

Kura er latín – verður eisini stavað cura – og merkir umsorgan. Men tað merkir ikki, at børnini verða pakkað inn í vatt á dagstovninum í Kollafirði. Tvørturímóti, tí við náttúruni sum amboð verða børnini eisini ment kropsliga. Ella rættari, teirra tilvit um kroppin verður ment. Barnið skal merkja sín kropp og læra seg, hvat kroppurin kann, og hvørjar avmarkingar, hann hevur. Tí hava børnini stórt frælsi at gera egnar royndir uttan áhaldandi júk um, at hetta og hatta er so og so farligt – tí, sum námsfrøðingarnir á Kura siga “barnið hevur eisini rætt til at hava møguleika fyri at bróta ein arm”.

Høghælaðu fjallgonguskógvarnir bera boð um, at skiftið tá kanska hendi eitt sindur yvir háls og herðar, men væl hevur hilnast. Børnini trívast, og tað gera starvsfólkini eisini. Gaman í merkir Kura eisini ógvusliga starvsfólkatrotið, ið valdar á øllum tí námsfrøðiliga yrkisøkinum, men kortini er eydnast at halda fast um ein støðugan starvsfólkakjarna, og stovnurin er tætt við at lúka ásetingina í dagstovnalógini um í minsta lagi tveir triðingar námsfrøðingar. Her kann viðmerkjast, at tá Connie Lassen byrjaði á stovninum fyri 12 árum síðan, var bara leiðarin námsfrøðingur. Hon er eisini leiðari á Frítíðarskúlanum við Botnánna í Kollafirði.

Eisini uttan fyri landoddarnar er áhugi fyri serligu námsfrøðini og víða frælsinum á Kura, og stovnurin er eftirspurdur sum praktikkpláss hjá donskum námsfrøðilesandi.

Ein góðveðursdag í summar vitjaði Námsvarpið Kura, har verturin Nicodemus Líggjasson prátaði við leiðaran Connie Lassen, námsfrøðingarnar Emly Djurhuus, Birnu Mikkelsen og Heidi Borum Davidsen og praktikantin Anniku Samuelsen, sum lesur námsfrøði í Aalborg.

Lurta eftir hesum podvarpið, og øðrum HER.

Connie Lassen, dagstovnsleiðari, í práti við Nicodemus Líggjasson. Upprunaliga ætlaði hon sær bara eitt fyribilsstarv á dagstovninum í Kollafirði, meðan hon leitaði eftir onkrum starvi á serøkinum – nú hevur hon verið har í 12 ár

Nicodemus Líggjasson ger samrøðu við Birnu Mikkelsen, námsfrøðing, meðan Connie Lassen lýðir á. Birna Mikkelsen hevur millum annað eitt gott tak á málmenningini hjá børnunum.

Námsfrøðingarnir Emly Djurhuus og Heidi Borum Davidsen hava báðar nomið sær serligar førleikar innan rørslumenning (motoriska venjing)

Kura er vorðin eitt eftirspurt praktikkpláss hjá donskum námsfrøðilesandi. Annika Samuelsen, sum lesur námsfrøði í Aalborg, hevur føroyskar røtur, so fyri hana var tað ikki so fremmant at velja eitt føroyskt praktikkpláss. Men námsfrøðin á Kura er upp á nógvar mátar heilt øðrvísið enn tað, hon er von við í Danmark, serliga víða frælsið hjá børnunum, sigur hon.