Námsvarpið vitjar Rówt – tilboðið til ungar misbrúkarar, ið ikki passa í nakran av teimum vanligu kassunum.

“Tey allar veikastu fólkini í Føroyum fáa eisini tí minstu hjálpina”. So avgjørdur er Magni Højgaard, leiðari í Rówt, um hjálpina, sum stendur einum lítlum kjarna av ungum menniskjum í Føroyum, sum hava tað allar ringast, í boði. Hann samanber við tey lutfalsliga nógvu tilboðini, sum eru til bæði ung og tilkomin við meira “vanligum” misbrúkstrupulleikum.

Kortini kunnu eisini tey í Rówt – tilboðið, sum fyrr æt Megna títt lív – vísa á sólskinssøgur, har ung, ið tyktust kollsigld, hava reist seg og fingið eitt gott lív.

Enn er tó langt á mál, um talan so dánt skal verða um eitt nøkulunda nøktandi tilboð, og tað er ein stór avbjóðing í Føroyum bara at tora at seta orð á trupulleikarnar. Røringsangist er helst eisini ein forðandi orsøk til, at átøk ikki verða sett í verk tíðliga, tí eisini her er galdandi, at fyribyrging ofta er besti heilivágurin.

Á Rówt royna tey at fylgja regluni um at møta teimum ungu, har tey eru – og hugsa samstundis um, at tað helst ikki bara snýr seg um at møta teimum, har tey eru, men eisini um at steðga á har saman við teimum eina løtu.

Tað er Nicodemus Líggjasson, námsvarpsvertur og námsfrøðingur, sum hevur vitjað Rówt í Havn og tosað við Magna Højgaard, leiðara, og Esmar Palla Fagraberg, sosialnámsfrøðing.–

Esmar Palli Fagraberg, sosialnámsfrøðingur, Rówt
Magni Højgaard er leiðari á Rówt