Nógv álitisfólk á skeið

Mánadagin, týsdagin og mikudagin vóru álitisfólk hjá Pedagogfelagnum á álitisfólkaskeið. Skeiðini vóru í Tórshavn mána- og týsdagin og í Fuglafirði mikudagin.

Skeiðið er partur av álitisfólkaútbúgvingini, sum umsitingin hevur snikkað saman.  Útbúgvingin er býtt upp í 4 modul.

Hesa vikuna hava álitisfólkini verið til modul 2.

Útbúgvingin er annars sett upp í hesar yvirskriftir:
Søgan aftanfyri álitisfólkaskipanina.
Hetta er Føroya Pedagogfelag, eitt sindur um søguna.
Lógir felagsins, endamál, limaskapur og skyldur.
Álitisfólkaavtalan, Áminningarseðilin.
Álitsfólkauppgávan.
Starvsfólkapolitikkur landsins v.m.
Arbeiðs og brunaeftirlitið.
Uppgávur og kjak

Skeiðahaldarar hesar dagarnar vóru: Páll Nielsen, Birita Jacobsen, Bára Sólheim Guttesen og Jógvan Philbrow.