Nú er frítíðarhúsið keypt og tøkt

Føroya Pedagogfelag hevur nú keypt eina frítíðarsmáttu í Vági til limirnar at leiga, og harvið er limatænastan munandi betrað.

Tað er nevniliga eitt gamalt ynski, sum hevur staðið frammalaga hjá limunum, at felagið
útvegaði eitt frítíðarhús til limirnar at leiga fyri ein sámiligan prís.

Á eykaaðalfundi, sum Pedagogfelagið hevði 15. november, var dygg undirtøka fyri at keypa húsið, og longu tvær vikur seinni, 1. desember, yvirtók felagið húsið.

Smáttan er bygd í 2016, er 40 fermetrar stór, hevur rúm fyri seks gistandi gestum, og hevur allar hentleikar. Kostnaðurin fyri at leiga smáttuna verður 400 krónur um samdøgrið.

Tað er Húsagrunnurin hjá Føroya Pedagogfelag, sum formliga eigur og umsitur frítíðarhúsið.

LES TREYTIRNAR OG BÍLEGG HER