Nýggj avtala gjørd við LÍV um samlagstrygging

Vit skulu kunna um, at nýggj avtala er gjørd við LÍV um samlagstryggingina, sum broytist nakað frá 1. januar 2024.

31. Desember gongur annars núverandi avtala út.

Avtalan við LÍV er broytt soleiðis, at útgjaldið við hættisliga sjúku hjá limum og børnum hjá limum, undir 18 ár, hækkar við 25.000 kr. úr kr. 125.000 til kr. 150.000.  Harafturat er tryggingin galdandi heilt fram til eftirlønaraldur.

Upphæddirnar við deyða eru broyttar soleiðis, at kr. 100.000 eru lagdar afturat í øllum aldursbólkunum. Eisini hendan tryggingin er nú galdandi fram til eftirlønaraldur.

Kostnaður fyri tryggingina hækkar eitt vet. Úr kr. 155,00 til kr. 169,00 um mðr. frá 1. januar at rokna.

Samlagstrygging

Pedagogfelagið hevur teknað samlagstrygging fyri limir sínar við hesum dekningum:

·         Lívstrygging: við deyða verður útgoldið soleiðis:

Limir, 18-49 ár                                                              kr.         700.000,00

Limir, 50-59 ár                                                              kr.         600.000,00

Limir, 60-fólkapensjónsaldur                                        kr.         500.000,00

·         Ávísar hættisligar sjúkur: goldið verður út sambært galdandi tryggingartreytunum fyri “ávísar hættisligar sjúkur”.

Tryggingarupphædd limir                                             kr.         150.000,00

Tryggingarupphædd børn                                            kr.         150.000,00

Møguligt útgjald í samband við hættisliga sjúku verður ikki mótroknað í veitingini við deyða.

Hoyritól: um limur fær stuðul játtaðan sambært kunngerð um hoyritól, gevur hetta samstundis rætt til útgjald frá trygginini. Útgoldið verður sambært játtan um stuðul og rokning frá veitaranum. Tryggingin rindar tað, sum liggur omanfyri játtaða stuðulin, tó í mesta lagið kr. 4.000,00 fyri hvørt hoyritólið sær. 

Núverandi avtala sæst HER