Nýggj bók um Føroya Pedagogfelag

Mikudagin kom út bók um søguna hjá Føroya Pedagogfelag, sum varðstovnað 1. juni í 1982. Uni Arge, journalistur, hevur skrivað bókina, sum kallast ”Pedagogar í Føroyum” og er býtt upp í 26 kapitlar á 444 síðum.

Føroya Pedagogfelag hevði stovnandi aðalfund á VerkstaðnumVón á Argjum, har 70 pedagogar fingu limaskap, og 13 gjørdusthvílandi limir. Í dag eru 2.200 limir í felagnum, pedagogar og hjálparfólk.

Tey, sum stovnaðu felagið, vildu skapa eitt sterktfakfelagspolitiskt felag, sum m.a. skuldi hava samráðingarrættin áøkinum og virka fyri eini føroyskari pedagogútbúgving.

Pedagogútbúgvingin kom í 1986, og í 1988 gjørdi felagið fyrstusáttmálarnar við landsstýrið. Teir vóru fyri tænastumenn og hjálparfólk. Í 1990 varð fyrsti sáttmálin fyri dagstovnapedagogarundirskrivaður.

Tá lønirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum vórðu skerdar í 1993, sluppu pedagogarnir ikki undan og máttu góðtaka ein niðurskurðupp á 8,7 prosent. Hann varð vunnin aftur við verkfalli og hørðumsamráðingum í 1995 og 1997.

Í 2000 yvirtóku kommunurnar dagstovnaøkið, og tá kom full ferðá at byggja dagstovnar kring landið.

Fyrsta stríðsvalið um formanssessin í Føroya Pedagogfelag var í 2004, og tvinni valevni vóru aftur til oddasessin á aðalfundunum í 2008, 2010 og 2015.

Felagið var í søguliga longum og sjónligum verkfalli í 2012, og eitt uppaftur longri verkfall var í 2017/2018, tá felagið vann sær eina munandi lønarhækking.

”Í fakfelagshøpi eru 40 ár ikki long tíð, men tíðin gongur skjótt, og neyðugt er at skjalfesta søguna, so eftirtíðin sær, hvørji stríðiniog sigrarnir vóru. Hetta er nú gjørt í nýggju bókini, sum vit erusera fegin um,” sigur Jógvan Philbrow, formaður í FøroyaPedagogfelag. 

Bókin ”Pedagogar í Føroyum” er umbrotin og prentað á Føroyaprenti, og í henni eru 236 myndir. Nógvar teirra hava Sosialurin, Álvur Haraldsen og Jens Kristian Vang latið úr sínumsøvnum.

Føroya Pedagogfelag