Ókeypis plakat um málmenning hjá børnum

Ein plakat um málmenning hjá børnum verður latin øllum dagstovnum, dagrøktum og vøggustovum ókeypis. Á plakatini eru 10 góð og einføld ráð til foreldur og øll tey, sum eru um børn, um, hvussu tey kunnu stuðla málmenningini hjá barninum. Upplagt er tí, at plakatin verður hongd upp á sjónligum støðum í dagstovninum, soleiðis at øll foreldur og avvarðandi síggja hana, tá ið tey koma við og eftir børnum sínum.

Tað eru Sissal M. Rasmussen, audiologopedur og ph.d.-lesandi, og Turið Kjølbro, ritstjóri og cand.phil í norðurlendskum bókmentum og máli, sum hava latið gera plakatina við stuðli frá Mentamálaráðnum, Tórshavnar kommunu, Klaksvíkar kommunu og Føroya Pedagogfelag.

Dagrøktir, vøggustovur og dagstovnar kunnu fáa so nógvar plakatir, sum tørvur er á, við at koma í hølini hjá Føroya Pedagogfelag, Tungugøtu 1, 100 Tórshavn eftir teimum. Um tit ikki fáa heintað, vinarliga seti tykkum í samband við felagið.

Blíðar heilsanir

Sissal, Turið og Pedagogfelagið