PEDAGOGBLAÐIÐ: Aftur á slóðina

Nógv vatn er runnið í ánni, síðan teir fyrstu námsfrøðingarnir fóru til arbeiðis í Føroyum. Bólkurin Dagstovnanámsfrøði í Føroyum fer í januar at skipa fyri tiltaki, har undangongukvinnurnar fara at siga frá.

Ingolf S. Olsen – PRESS

! Les alt blaðið her !

Í januar fer fakligi áhugabólkurin Dagstovnanámsfrøði í Føroyum at skipa fyri einum spennandi tiltaki, har evnið verður dagstovnanámsfrøðin, og hvussu hon hevur ment seg í Føroyum.

Tiltakið skuldi upprunaliga verða í hesum mánaðinum, men er útsett vegna koronu-smittuútbrotið, sum nú herjar.

Á tiltakinum fara pionerarnir – námsfrøðingar, sum hava verið við, síðan námsfrøði yvirhøvur bleiv eitt yrkisfak í Føroyum – hetta kvøldið at greiða frá fyrstu tíðini og gongdini til nú.

Tað er fakligi bólkurin Dagstovnanámsfrøði í Føroyum undir Føroya Pedagogfelag, sum skipar fyri tiltakinum. Hesin bólkurin hevur verið sera aktivur, síðan hann fór til verka í juni 2019.

Edda Hjartvarsdóttir er forkvinna í bólkinum.

– Vit vóna sjálvandi, at so nógvar sum gjørligt av teimum, ið hava verið frá byrjan ella næstan tað, fara at koma. Vit byggja øll á herðarnar á teimum, sum gingu undan, og fyri okkum, sum arbeiða við dagstovnanámsfrøðini í dag, er tað bæði áhugavert og læruríkt at hoyra, hvat drívmegin hjá teimum fyrstu námsfrøðingunum var, hvussu sjálv námsfrøðin og alt rundan um var tá – hvussu fakið hevði tað – og hvussu alt er broytt. Millum annað frá, at alt var sjálvsognarstovnar, sum eisini stýrdu sær sjálvum, til í dag, har kommunurnar varða av øllum stovnunum, sigur hon.

Allir námsfrøðingar og námsfrøðilig hjálparfólk eru vælkomin til tiltakið, og nærri kunning um tíð og stað fer at vera á Facebook-bólkinum Dagstovnanámsfrøði í Føroyum, har eitt uppslag verður gjørt til endamálið.

Til ber at tekna seg sum lim í fakliga áhugabólkinum við at senda teldupost til dagstovnanamsfrodi@gmail.com. Limagjaldið er 100 krónur um árið.

(MYND) Fakligi bólkurin Dagstovnanámsfrøði í Føroyum er bólkur undir Føroya Pedagogfelag, og hann hevur verið sera aktivur, síðan hann fór til verka í juni 2019. Hesar, sum allar eru námsfrøðingar, mynda bólkin, úr vinstru Ingerð Andreasen, Elin Norðberg Wenningsted

Tausen, Jóna Guttesen og Edda Hjartvarsdóttir, forkvinna í bólkinum. Alma á Lava, sum eisini er í bólkanevndini, vantar á myndini

Mynd: Ingolf S. Olsen