PEDAGOGBLAÐIÐ: Bluff og onki gjøgnumskygni

Tórshavnar Kommuna eigur at ganga undan á námsfrøðiliga økinum, tí hon er nógv tann størsta kommunan í landinum, men normeringin bara minkar, og starvsfólk flýggja. Støðan í Havn ger, at alt námsfrøðiøkið í Føroyum fær ringt orð á seg, hóast tað als ikki er so ringt allastaðni. Tað sigur Bergdís E. Gisladóttir, búskaparfrøðingur og mamma at barni í dagstovni

Ingolf S. Olsen – PRESS

Dagstovnaøkið í Tórshavnar Kommunu hevur leingi verið í brennideplinum og fyri hvøssum atfinningum frá fleiri síðum – frá foreldrum, frá starvsfólkum á øllum stigum og ikki minst frá Føroya Pedagogfelag.

Starvsfólk á gólvinum trívast ikki og rýma ella vilja ikki søkja starv á dagstovnum í kommununi. Og tað sama er galdandi fyri fleiri leiðarar.

Pedagogblaðið hevur eisini áður varpað ljós á trupulleikarnar. Til dømis fyri einum ári síðan, í Pedagogblaðnum fyri november 2020, tá Maika Samuelsen, námsfrøðingur, greiddi frá, hví hon ikki orkaði at stríðast meira og hevði sagt upp starvið sum dagstovnsleiðari í Býlingshúsinum í Maritugøtu í Hoyvík.

Men sambært Bergdís E. Gisladóttir, búskaparfrøðingi, fær støðan ikki verið øðrvísið, tí játtanin til dagstovnaøkið í Tórshavnar Kommunu einfalt er ov lág, og tískil ber tað snøgt sagt ikki til at halda normeringina, sum kommunan sigur seg hava.

Onki gjøgnumskygni

Síðan dóttur hennara fekk pláss á dagstovni í Havn í 2018, hevur Bergdís E. Gisladóttir tikið lut í kjakinum um umstøðurnar hjá barnafamiljum í landsins størstu kommunu, og hon hevur fylgt væl við, hvussu standurin er á dagstovnunum í kommununi generelt, og hvussu økið er og verður umsitið.

At seta seg inn í tann umsitingarliga partin er tó lættari sagt enn gjørt, vísir hon á.

– Eitt, sum eyðkennir Tórshavnar Kommunu, er, at har er absolutt onki gjøgnumskygni. Ongin kann veruliga fylgja við í, hvussu ógvuslig sparingin á barnaøkinum í roynd og veru er. Men tá landið ongar lógarfestar standardir hevur fyri normeringum, ber til hjá kommununi bara at sleingja okkurt út. Síðan koma tey við samanberingum við eitt nú danskar kommunur, men við mínum royndum á økinum í Danmark, veit eg, at tað er ongin møguleiki fyri, at tey her hava somu normering sum í Danmark, tí tú kanst ongantíð hava eina betri normering, enn tað tú betalir fyri – ikki uttan so, at nógv sjálvboðin fólk eru til arbeiðis, sigur Bergdís E. Gisladóttir.

– Í øllum hinum Norðurlondunum eru fastar reglur um foreldragjald, og tí kunnu tey ikki blanda allan kostnað saman, soleiðis sum Tórshavnar Kommuna ger. Tá tú krevur foreldrini eftir pengum, mást tú altíð kunna vátta, at kommunan eisini livir upp til dagstovnalógina og setir pengar av til sín part av kostnaðinum. Men í dag er onki gjøgnumskygni, tí allir stovnarnir í Tóshavnar Kommunu eru blandaðir saman í eindir, og harafturat ynskir kommunan ikki at upplýsa, um starvsfólkini, sum tey siga arbeiða á stovnunum, arbeiða við reingerð, matgerð ella námsfrøði, leggur hon afturat.

Minni til børnini

Eru roknistykkini hjá Tórshavnar Kommunu ógjøgnumskygd, so hevur hon, um nakar, førleikar at síggja eitt sindur ígjøgnum gruggið. Hon er útbúgvin búskaparfrøðingur á Copenhgen Business School í Danmark og hevur arbeitt í trý ár við roknskapum hjá privatum dagstovnum og sjálvsognarstovnum í Danmark. Harumframt hevur hon hollan kunnleika til kommunala umsiting og dagstovnaøkið í Íslandi, haðani hon er ættað. Í dag eigur og rekur hon ráðgevingarfyritøkuna Víðsýni.

– Eftir at hava hugt kommunalu roknskapirnar í gjøgnum, kann eg staðfesta, at fíggjarliga orkan, sum verður sett av til børnini í Tórshavnar Kommunu, verður lutfalsliga minni ár fyri ár, tá lagt verður upp fyri barnatali, lønarlagi og øktum eftirlønarútreiðslum. Fíggjarleisturin hongur slet ikki saman. Tað hevur so neiliga ávirkan allastaðni í skipanini. Tá tú sparir so ógvusliga klárar tú ikki at halda upp á starvsfólkini – tey gerast sjúk og rýma.

– Alt hetta kann eg síggja bara við at greina hagtølini, sum Pedagogfelagið hevur fingið frá kommununi. Og trupulleikin verður enn størri, tá arbeiðsloysið í landinum er so lágt, tí tað merkir, at størri kapping er um starvsfólkini. Tú skalt altíð fara væl við tínum starvsfólkum, men tá arbeiðsloysið er lágt, so kanst tú í hvussu er ikki loyva tær at fara soleiðis við teimum, sum Tórshavnar Kommuna ger, tí tey rýma bara og finna sær okkurt betri starv, sigur Bergdís E. Gisladóttir.

Tøl í andsøgn

Tølini vísa eisini týðuligar andsøgnir í tí, sum kommunan sigur seg gera, og hvat orka er tøk til tað.

– Tórshavnar Kommuna hevur til dømis upplýst, at tey brúka slakar 90.000 tímar um árið í stuðulstímum. Bara tað eigur at krevja einar 100 námsfrøðingar, men tað eru námsfrøðingar, sum tey als ikki hava. So hvat eru hetta fyri stuðulstímar, spyr Bergdís E. Gisladóttir.

Við støði í tølunum hjá Tórshavnar Kommunu sjálvari og í tølum frá Hagstovuni vísir hon við talvum og grafum eisini á, at námsfrøðin als ikki fylgir við stóra vøkstrinum í barnatalinum.

Tað sæst, at sjálvt um barnatalið í Tórshavnar Kommunu veksur, so verða námsfrøðingarnir lutfalsliga færri, tá størvini verða umroknað til ársverk – tað er fulltíðarstørv.

Barnatalið á dagstovnunum er sostatt vaksið við stívliga 13 prosentum síðan 2017 – úr 1.972 upp í 2.234 (sí talvu 1 og 3 niðast á síðuni) – men talið á námsfrøðingum umroknað til fulltíðarstørv stendur í stað – 118 í 2017 og 119 í 2021.

Starvsfólk rýma

Aftanfyri tølini goymir seg eisini ein stór útskifting av námsfrøðiligum starvsfólki, sjálvt um talið av ársverkum ikki broytist.

– Tað er eitt álvarsamt vandatekin, at starvsfólk soleiðis koma og fara allatíðina og við stuttum millumbilum. Tí tað ber boð um, at starvsfólkini ikki kunna standa inni fyri tí arbeiði, tey gera í gerandisdegnum, og tað hevur aftur við sær, at góðskan fellur ógvusliga. Tølini vísa týðuliga, at Tórshavnar Kommuna ikki klárar at halda upp á námsfrøðingarnar, sigur Bergdís E. Gisladóttir.

Vánalig normering og vantandi gjøgnumskygni er helst høvuðsorsøkin til, at námsfrøðingar ikki støðast á dagstovnunum í Tórshavnar Kommunu. Men Bergdís E. Gisladóttir heldur eisini, at sjálvur bygnaðurin er við til at styggja fólk burtur.

– Tey hava innført eindarleiðslu og eitt ekstremt hierarki. Men ein dagstovnur er ein sjálvstøðug eind, og tað er bert neyðugt at hava leiðslu fyri hvønn stovnin sær. Tað riggar fínt aðrastaðni, til dømis í Danmark og í Íslandi, og onnur leiðsluløg omanfyri stovnsleiðaran eru óneyðug og spill av pengum, tá økið er so hart spert, umframt at fleiri leiðsluløg skapa størri frástøðu ímillum tey á gólvinum og tey, sum hava evstu ábyrgdina.

– Um ætlanin er at spara pengar, so sparið heldur hierakiið burtur. Ein kommunal demokratisk vald dagstovnarnevnd, sum tey til dømis hava lógarfest í Íslandi, er nógv bíligari í rakstri, tí hon kann umsitast av skrivstovufólki, sum eru væl bíligari enn ein herur av eindarleiðarum, sigur hon.

Normeringsprát er bluff

Tað er trot á námsfrøðingum í Føroyum, og allastaðni hava tey meira enn trupult við at halda ásetingina í dagstovnalógini um, at í minsta lagi tveir triðingar av starvsfólkunum skulu vera útbúnir námsfrøðingar. í dag er tað heldur reglan, at lutfallið er øvugt, at tveir triðingar av starvsfólkunum eru námsfrøðilig hjálparfólk og ein triðingur námsfrøðingar – dømi eru um dagstovnar kring landið, sum hava havt enn færri námsfrøðingar.

Men um samanborið verður við atdráttarmegina, sum høvuðsstaðurin hevur á øllum øðrum fakøkjum, so átti tað eisini at verið gravgangur til øll námsfrøðingastørvini í kommununi. Orsøkirnar til, at tað ikki er so, eru fleiri, heldur Bergdís E. Gisladóttir, men tær kunnu tvinnast saman í ein høvuðstrupulleika: Alvorliga vánalig normering.

Ongin lógarfest normering er á dagstovnaøkinum. Tí eru heldur ongar fastar reglur fyri grundarlagnum undir normeringunum, sum kommunurnar sjálvar áseta. Og tí er ofta talan um

tað reina bluff, tá Tórshavnar Kommuna kemur við sínum normeringstølum, heldur Bergdís E. Gisladóttir.

– Tórshavnar Kommuna roynir ikki at betra normeringina á dagstovnaøkinum við sínum fíggjarleisti. Tað er sera lætt at staðfestsa hjá øllum, tí teir flestu stovnarnir fara ár eftir ár út um sína játtan, sjálvt um bara ein triðingur av starvsfólkunum eru námsfrøðingar. Tað vil siga, at stovnarnir í veruleikanum sleppa bíligari, enn teir høvdu gjørt, um teir megnaðu at fylgja dagstovnalógini, tí hjálparfólk eru jú bíligari í rakstri enn námsfrøðingar. Men kortini klára teir ikki at halda játtanina, sigur Bergdís E. Gisladóttir.

Brot á dagstovnalógina

Hon vísir á, at í hinum Norðurlondunum hava tey eisini reglur fyri, hvussu stórur partur av starvsfólkinum skal vera námsfrøðingar, og har verður tað tikið í fullum álvara, tá játtanirnar verða skrúvaðar saman. Í Danmark verður játtanin til námsfrøðingalønir til dømis roknað út per barn samsvarandi ásetingunum, sum eisini har siga, at í minsta lagi tveir triðingar av starvsfólkunum skulu vera námsfrøðingar.

Tí noyðast donsku kommunurnar at seta pengar av til námsfrøðingalønir fyri at halda lógina. Har er tað eisini reglan, at verða pengarnir ikki játtaðir við støði í námsfrøðingalønum, so er tað brot á dagstovnalógina, og soleiðis er tað eisini í Íslandi.

– Í Føroyum, í hvussu er í Tórshavnar Kommunu, samsvarar lønarjáttanin verri enn so við ásetingina um minst tveir triðingar námsfrøðingar. Tað sigur mær, at kommunan als ikki roknar við námsfrøðingalønum, tá hon leggur sína fíggjarætlan. Tí dugi eg heldur ikki at síggja annað, enn at játtanirnar í útgangspunktinum eru brot á grein 8, stk 4 í dagstovnalógini, har tað verður ásett, at í minsta lagi tveir triðingar av starvsfólkatímunum skulu vera námsfrøðingatímar og tískil í mest lagi ein triðingur hjálparfólkatímar. Men onki eftirlit verður framt við hesum í Føroyum, sigur Bergdís E. Gisladóttir.

– Tórshavnar Kommuna hevur umleið 136 ársverk av útbúnum námsfrøðingum á barnamenningarøkinum til meira enn 3.000 børn, um vit telja frítíðarskúlarnar við. Hesi ársverkini skulu so líka eisini klára okkurt um 90.000 eykatímar til børn við serligum tørvi, og bara tann eyka uppgávan krevur meginpartin av øllum námsfrøðingunum, sum eru eftir í kommununi. Øll síggja, at hetta kann ikki fáast at hanga saman, men hesi tølini koma altso frá kommununi sjálvari ígjøgnum alment innlit, sum eg og Føroya Pedagogfelag hava fingið, sigur hon.

Fakliga støðið versnar

At sjálvásett normering hjá kommununi ikki samsvarar við tað, sum verður játtað til dagstovnaøkið, hevur ta syndarligu avleiðing fyri øll – ikki minst børnini – at fakliga støðið og harvið góðskan fellur, leggur Bergdís E. Gisladóttir dent á. Og tá støðan er so ring í størstu

kommununi, sum átti at gingið undan og lagt eitt høgt støði, so smittar tað av upp á alt tað námsfrøðiliga fakið í landinum.

– Tað er sera óheppið, tí dagstovnaøkið verður í veruleikanum væl rikið í nógvum av landsins kommunum. Í Tórshavnar Kommunu haldi eg hinvegin, at dagstovnaøkið regulert er kollapsað, tí fakligheitin er dottin niður fyri, og ymiskar lappaloysnir eru settar í verk, sum bara gera ilt verri. Ongin í leiðsluni viðgongur, hvussu støðan veruliga er. Tað er keðiligt, tí tá dagstovnaøkið ikki riggar í størstu kommununi í landinum, so oyðileggur tað nógv fyri hinar kommunurnar og landinum sum heild. Í seinasta enda kann tað elva til, at uppaftur færri fara at fáa sær námsfrøðiliga útbúgving, tí ábyrgdarleysar sparingar hjá hesi einu kommununi við teimum flestu arbeiðsplássunum hevur sett alt økið í ringt ljós, sigur hon.

Lógarásettar normeringar

Lógarásettar normeringar er vegurin fram, um ætlanin er at tryggja eitt forsvarligt námsfrøðiligt støði á dagstovnunum – og samstundis eitt støði, sum er nøkulunda tað sama í øllum landsins kommunum, heldur Bergdís E. Gisladóttir.

– Tá tú ongar standardir hevur fyri normeringum í landinum yvirhøvur, og fá ella ongi álítandi hagtøl heldur eru fyri barnaøkini í teimum ymisku kommununum, so er sera torført at peika á, hví starvsfólk velja dagstovnaøkið frá summastaðni og serliga í Tórshavnar Kommunu. Men tað er greitt, at støðan í Tórshavnar Kommunu er ein heilt onnur enn í flest øllum hinum kommununum. Til dømis vísa tølini mær, at flestu kommunurnar hava hægri lønarjáttan fyri hvørt barnið enn Tórshavnar Kommuna – nógvar væl hægri og onkur næstan tvífalt so høga, sigur Bergdís E. Gisladóttir.

Ónd ringrás

Talan er um eina keðiliga ringrás, sum bara gerst verri, heldur hon.

– Námsfrøðingar ynskja sjálvandi at arbeiða saman við øðrum námsfrøðingum á høgum fakligum stigi, men gongdin, sum nú er, ger bara, at færri og færri námsfrøðingar tíma at arbeiða á dagstovnunum í Tórshavnar Kommunu. Tí tá kommunan fyri tað mesta játtar hjálparfólkarlønir, so eru ikki ráð til, at ein stovnur kann hava fleiri námsfrøðingar og eitt arbeiðstrýst, sum fólk orka.

– Tá ongir standardir hafturat eru, so kann ein stór kommuna oyðileggja alt fyri tær komunurnar, sum veruliga royna at hava betri arbeiðsumstøður og fakligheit. Tí tað kemur nevniliga ongantíð ordiliga fram, at tað bara eru ávísar kommunur, sum spara ov nógv. Í staðin hoyra vit ofta generellu søguna um, at tað kann føra til strongd at arbeiða á einum dagstovni. Veruleikin er tó, at onkrar kommunur seta nógv meira pengar av til økið enn Tórshavnar Kommuna, og tí eru dagstovnarnir í hesum kommununum góð og væl virkandi arbeiðspláss, sigur Bergdís E. Gisladóttir.

Normering og rapportering

Reglubundnar normeringar, sum leggja eitt gott grundstøði – ein standard – og gjøgnumskygni, er tað, sum afturat einari sømiligari løn skal til, fyri at tryggja eitt væl virkandi dagstovnaøki í Føroyum, tað er eisini júst fráveran av hesum fyritreytunum, sum er orsøkin til ringa standin nú, leggur Bergdís E. Gisladóttir dent á.

Hon sær vantandi gjøgnumskygni og vantandi rapporteringskrøv sum eina høvuðsorsøk til, at foreldur kenna seg máttleys i Føroyum, tá kommunur ikki liva upp til endamálið við dagstovnalógini.

Bergdís E. Gisladóttir greiðir frá, at tað til dømis í Íslandi ber til at fara inn á heimasíðuna hjá kommunufelagnum har og síggja yvirlit yvir normering, kostnað, útbúgvingarstøði og barnatali í hvørjum einasta dagstovni í landinum tíma fyri tíma. Har stendur eisini, hvussu nógv børn stovnurin er góðkendur at hýsa út frá reglum um minsta fermetratal fyri hvørt barnið.

– Upplýsingarnar skulu javnt og samt rapporterast inn, men tá tær ikki eru tøkar, sum støðan er í Føroyum, so er sera ringt hjá okkum foreldrum at siga og gera nakað – tí vit vita ov lítið, og í Havn fáa vit heldur onki at vita, sjálvt um vit spyrja, sigur hon.

Onki innlit

– Tá eg arbeiddi við dagstovnaroknskapum í Danmark, var tað vanligt, at eg var við til at leggja roknskapirnar fram og greina teir fyri foreldrunum. Her í Havn havi eg hinvegin mugað biðið um innlit í roknskapartøl hjá stovninum hjá dóttir míni, tí eg undrist á, at roknskapurin fyri stovnin ikki liggur alment frammi. Tað er strævið at fáa innlit, og eg fái nógv ógreið svør. Eg veit tó, at foreldur í kommununi hava fullan rætt til innlit í viðurskiftini, tí tey gjalda part av rakstrinum av stovnunum. Tí hava tey sjálvandi rætt til at fáa at vita, hvat kommunan brúkar pengarnar til, sigur hon.

Bergdís E. Gisladóttir hevur betri fyritreytir enn nógv onnur foreldur at stríðast fyri betri raðfestingum á dagstovnaøkinum, tí hon sum búskaparfrøðingur við hollum innliti í umsitingina av danska dagstovnaøkinum og eisini tí íslendska, hevur fakligar førleikar til sjálv at leita fram viðkomandi tøl og upplýsingar.

– Men samstundis er tað so syrgiligt at síggja, at nógv foreldur kenna seg noydd at gevast í teirra stríði fyri eitt nú betri normeringum, tí tey hava ongi tøl at vísa á. Alt bítur seg sjálvt í halan. Tíbetur fekk Føroya Pedagogfelag í seinastu samráðingunum ígjøgnum, at alt økið skal kannast, og tað haldi eg er orðiliga gott, sigur hon.

.