PEDAGOGBLAÐIÐ: Fokus á menniskju heldur enn pengar

Oddagrein. Jógvan Philbrow skrivar.

!Les alt blaðið her!

Tað er nú, kommunalu fíggjarætlanirnar og løgtingsfíggjarlógin verða smíðað, og vit sleppa at síggja, hvussu tað námsfrøðiliga virkisøkið verður virðismett.

Stríðið um pengarnar er hart, og ofta er vitanin um veruligu umstøðurnar á gólvinum sera lítil ella als ikki til staðar. Í Almannaverkinum og í Tórshavnar Kommunu hevur gongdin tey seinastu nógvu árini verið, at fleiri lið vera sett inn ímillum politiska myndugleikan, ið skal játta peningin, og tykkum, ið skulu útinna tað námsfrøðiliga arbeiðið.

Eitt sjónligt dømi um hetta var, tá sosialpedagogiska økiðbleiv umskipað til Almannaverkið, og einstøku stovnarnar mistu sín leiðara. 

Fyri okkum tykist tað, sum at sjálvt innihaldið í fleiri førum, bara verður umrøtt reint teoretiskt, tí fleiri staðni loyva gerandisumstøðurnar ikki veruligum pedagogikki. Í summar tóktist ein samgongutingmaður at vera heldur stoyttur, tí virksemið, ella tænastan, hjá Almannaverkinum var skert í feriutíð. Tað var komið óvart á hann, hóast hetta er eitt evni, sum vit hava roynt at víst á í fleiri ár. Hetta er bara eitt dømi um, hvussu undarlig støðan er – millum annað at viðurskifti, ið eru púra sjálvsøgd fyri okkum – als ikki eru tað fyri myndugleikan, ið játtar pengarnar.

Blaðið her, setur sjóneykuna á normeringar á dagstovaøkinum, serliga í høvuðsstaðarkommununi, har økiðtýðiliga hevur trupulleikar at dragast við. Eisini í Tórshavnar Kommunu, landsins størstu kommunu, ger hetta sama fyribrigdið seg galdandi, at nýggj og eftir okkara tykki óneyðug lið verða sett inn ímillum tey, sum skulu útinna námsfrøðina og tey á ovastu rók. 

Meðan stovnsleiðarar í teimum smærru kommununum sleppa at sita við á fundi saman við borgarstjóranum at viðgera fíggjarætlanina, eru tað í okkara størstu kommunu eini seks-sjey lið frá gólvinum og upp til borgarstjóran. Tað sigur seg sjálvt, at tað er torført at vera hoyrdur undir slíkum umstøðum. 

Politikararnir hava fokus á skeivum stað. Børn og vaksin fólk hava støðugt fleiri trupulleikar. Hetta siga bæði stovnar, skúlar og ymisk fakfólk. Bíðilistar til psykiatri og útgreiningar er langur.

Seinastu nógvu árini hevur gongdin verið, at alsamt størri bygningar verða bygdir at hýsa okkara barnagørðum, skúlumog serstovnum. Tankin er helst, at størri eindin er, betritænastu ber til at veita. Frá at dagstovnarnir fyrr vórðu bygdir til 40-50 børn, verða stovnarnir í dag bygdir til 100 børn ella meira. Gongdin í fólkaskúlanum hevur verði tann sama, alsamt størri skúlar og miðsavnan, og eisini á tí sosialpedagogiska økinum tykist hugurin vera stórur at leggja nógv virksemi saman. 

Fíggjarliga man tað hava givið meining við stórst møguligumrakstrareindum, tí tá er lættari at snikka tryggar fíggingarleistir saman.

Spurningurin er tó, um hetta eisini er ein fyrimunur, sum frá líður. Tí ein avleiðing av størri eindum er, at einstaklingurin gerst ein minni partur í heildini, hann gerst minni sjónligur. Setningar sum til dømis at “taka støði í tí einstaka barninum ella fólkinum” gerast støðugt torførari at liva upp til, tá starvsfólk skulu renna skjótari og skjótari og fyrihalda seg til fleiri og fleiri fólk.

Vit í Føroya Pedagogfelag sakna eina viðgerð av spurninginum, um teir fyrimunirnir, ið upp á nógvar mátar opinlýst eru við at vera eitt lítið samfelag, ikki eisini eiga at gera seg galdandi, tá talan er um eitt gott barnalív ogmenniskjalív. 

Sum frá líður fer ein nærverandi tilgongd hjá øllum teimum,ið arbeiða við menniskjum, at merkja størri lívsgóðsku og færri stórar og varandi trupulleikar, hetta innan fyri bæði barnamenning, skúla, sosialpedagogikk, eldrarøkt og heilsurøkt.

Leingi hava fíggjarligu atlitini at kalla einsamøll stýrt samfelagskjakinum, og minni rúm hevur verið fyri menniskjaligum og fakligum atlitum. 

Føroya Pedagogfelag vil virka fyri, at vit veruliga fara at seta sjóneykuna á menniskjað, tí øll hava uppiborið eitt gott lív.