PEDAGOGBLAÐIÐ: Havnin er eftirbátur

Ingolf S. Olsen – PRESS

! Les alt blaðið her !

Trýstið á námsfrøðingarnar er nógv størst í Tórshavnar Kommunu samanborið við høvuðsstaðirnar í Íslandi og í Danmark, vísir Bergdís E. Gisladóttir, búskaparfrøðingur á.

– Ein einføld orsøk er, at tá námsfrøðingar og hjálparfólk rýma, so økist trýstið á tey, ið eftir eru at varða av námsfrøðini, sigur hon.

Í Keypmannahavn eru tilsamans 3.600 námsfrøðingar og 3.500 hjálparfólk til næstan 32.000 børn. Tað merkir, at tað á dagstovnunum har eru tilsamans meira enn 7.100 ársverk til hesi børnini. Starvsfólkini hava annaðhvørt trý vøggustovubørn hvør ella 6,1 barnagarðsbarn. Hesi tølini eru sambært Danmarks Statistik (https://statistikbanken.dk/boern3).

– Í hinum Norðurlondunum merkir normering lutfallið ímillum fulltíðarstarvsfólk og børn, sum eru á stovni átta tímar um dagin. Í Føroyum verður hinvegin altíð tosað um tímar, og tað ger tað torført at samanbera normeringstølini landanna millum, sigur Bergdís E. Gisladóttir.

Ein einfaldur máti at umrokna til tímar – tó at mátin ikki er fullkomin – er sambært henni at seta hvørt fulltíðarstarvsfólk í Danmark til 37 tímar arbeiðsviku, sum er galdandi har, og býta tímarnar við talinum á børnum fyri hvørt starvsfólkið.

Í Keypmannahavn merkir tað, at tað eru stívliga 12 tímar til hvørt vøggustovubarnið um vikuna (37:3) og stívliga 6 tímar til hvørt barnagarðsbarn (37:6,1).

Til samanberingar hevði Tórshavnar Kommuna í januar í ár 119 námsfrøðingar og 199 hjálparfólk og meira enn 2.200 dagstovnabørn.

Rokna vit við, at okkurt um ein triðingur er í vøggustovualdri, so eru tað umleið 730 vøggustovubørn, og umleið 1.470 eru sostatt barnagarðbørn. Ganga vit út frá, at eitt vøggustovubarn krevur tvær ferðir so nógva starvsfólkaorku sum eitt barnagarðsbarn, soleiðis sum gjørt verður í hinum Norðurlondunum, ber til at meta um normeringina í Tórshavnar Kommunu.

Eftir teimum tølunum er normeringin i Tórshavnar Kommunu eitt starvsfólk til 4,6 vøggustovubørn, sum svarar til átta tímar tímar fyri hvørt, og eitt starvsfólk til 9,2 barnagarðsbørn, sum svarar til fýra tímar fyri hvørt.

Tímaløntir avloysarar eru ikki roknaðir við her.

– Samanberingin vísir, at normeringin í Keypmannahavn er munandi betri enn í Tórshavnar Kommunu, og tá er ikki lagt upp fyri, at tað í Tórshavnar Kommunu eisini eru 90.000 stuðulstímar, sum hesir somu námsfrøðingarnir skulu taka sær av, sigur Bergdís E. Gisladóttir.

Hon vísir á, at tað í hvussu er sær út til, at tað størsta arbeiðstrýstið á dagstovnaøkinum er í Tórshavnar Kommunu, men hon leggur samstundis dent á, at talan er um bruttotøl.

– Um eg skal kunna gera betri og neyvari samanberingar, má eg fáa betri tøl enn tey, sum kommunan higartil hevur latið mær.

– Men ein námsfrøðingur kann ikki vera fleiristaðni í senn, so sannlíkt er veruliga normeringin uppaftur verri, enn tað tykist við fyrsta eygnabrá. Tí hasir 90.000 stuðulstímarnir í sær sjálvum eiga at krevja okkurt um 100 námsfrøðingar. Úrslitið er helst, at fakligheitn fellur, bæði tá tað ræður um at taka sær av børnum við serligum tørvi, og tá tað snýr seg um vanliga gerandisdagin saman við børnum, sum ikki hava nakran serligan tørv, sigur Bergdís E. Gisladóttir.