Pedagogblaðið: Námsfrøðin á gólvinum skal raðfestast

Eindarleiðslan hevur etið allar uppnormeringar upp. Játtanir og normeringar á dagstovnaøkinum skulu í framtíðini gerast við útgangsstøði í hvørjum stovni sær, og námsfrøðin niðri á gólvinum skal raðfestast. Tað sigur Annfinn Brekkstein, komandi formaður í mentamálanevndini í Tórshavnar Kommunu. Um tvey ár skulu nýggju tíðirnar bæði síggjast og merkjast á dagstovnunum, lovar hann.

INGOLF S. OLSEN – PRESS
Á nýggjárinum tekur Annfinn Brekk­ stein úr Sambandsflokkinum við sum formaður í mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð, sum varðar av dagstovnaøkinum í kommununi, og hann lovar nýggjar tíðir.
– Vit fóru upp á val við lyftum um uppnormering av dagstovnaøkinum og eldraøkinum, og eg kann siga so mikið, at vit báðir flokkarnir, sum nú hava skipað ein meiriluta í Tórs­ havnar býráð, eru púra greið yvir, hvat vit fara at arbeiða við – og vit eru eisini samd um, at fyrsti priori­ tetur hjá mær sum formanni í menta­ málanevndini er dagstovnaøkið.

– Eg segði, tá økið bleiv skipað við eindarleiðslum, at eg var ikki nøgdur við tann mátan, sitandi býráðssam­ gonga gjørdi tað uppá. Eg skal undir­ strika, at tað var onki persónligt, sum lá undir míni mótstøðu, men meira tað, at eg helt, at struktururin broyttist til tað verra. Tí tá tú gert eindarleiðslu, verður frástøðan frá gólvinum og upp til tann, sum tekur avgerð í leiðsluni, sera stór – har blivu eini tvey­trý lið. Tað er ongan­ tíð gott, og tað kostar eisini. Tí eru eisini allar uppnormeringar á dag­ stovnaøkinum etnar upp av eindar­ leiðsluni, sum eg havi skilt tað, sigur hann.

Tørvur á gólvinum
Annfinn Brekkstein leggur dent á, at alt tað, hann frættir frá dagstovnu­ num, bendir á, at tað er á gólvinum, stóri tørvurin er, og at tann trupul­ leikin ikki á nakran hátt bleiv loystur við eindarleiðsluni. Har skulu onnur amboð til.
– Eg fari so í hvussu er at spenna meg út fyri at sleppa uttan um hatta kjakið, og fáa økið skipað soleiðis, at tey úti á stovnunum merkja, at tað verða fleiri hendur og fleiri fólk – at tað verður meira orka á gólvinum, har sum á stendur, og at pedagog­ arnir fáa eina betri fyrireikingartíð, sigur hann.

Lyftini hjá komandi formanninum í mentamálnevndini lofta í rættiliga stóran mun atfinningunum, sum Maika Samuelsen, fyrrverandi dag­ stovnsleiðari, í seinasta Pedagog­ blaðnum hevði at dagstovnaøkinum í høvuðsstaðarkommununi.

Hon stríddist í níggju ár fyri at fáa eina játtan, sum hon kundi fáa at hanga saman, tí játtanirnar ikki samsvara við veruligu útreiðslurnar – millum annað, tí Tórshavnar Kommuna brúkar miðaltøl fyri alt dagstovnaøkið heldur enn verulig tøl fyri hvønn einstakan stovn, tá játtanin til økið skal býtast út á stovnarnar.

Les alla greinina í Pedagogblaðnum