Rættarnevndin viðger arbeiðsvikuna

Í hesum døgum viðgerð Rættarnevndin í Løgtinginum, uppskotið um at stytta arbeiðavikuna niður í 37 tímar.

Føroya Pedagogfelag var mikudagin á fundi við Løgtingsins Rættarnevnd og viðgjørdi spurningin um stytta arbeiðsviku. Pedagogfelagið hevur mælt Rættarnevndini til at heita á Løgtingið um at samtykkja uppskotið.

Føroya Pedagogfelag heldur tað at stytta arbeiðsvikuna vera eitt neyðugt stig, fyri at fáa eitt betri arbeiðsumhvørvi. Til seinasta løgtingsval var eitt av okkara ynskjum, at Løgtingið samtykti at stytta arbeiðsvikuna.

Søgan sigur okkum, at føroyska samfelagið er vorðið ríkari síðani 1980’árini, tá arbeiðsvikan varð stytt við tveimum tímum. Samfelagið er heldur ikki vorðið fátækari av, at fólk hava fingið rætt til 5 vikur feriu.

Ein kanning í september 2020, har 882 limir í Føroya Pedagogfelag hava svarað vísir, at umleið 13% hava seinasta árið verið hjá lækna við illgruna um strongd.

At fáa betri javnvág millum arbeiðslív og heimalív mótvirkar strongd. Strongd førir til fleiri sjúkadagar og oyðiløgd lív. Trupult er at siga nágreiniliga hvat strongd kostar føroyska heilsuverkinum, men verður samanborið við donsk tøl, er kostnaðurin tíggjutals milliónir um árið. At lata standa til kemur sostatt at kosta føroyska skattgjaldarinum nógvar milliónir.

Føroya Pedagogfelag mælir til, at uppskotið verður samtykt.

Á viðheftu slóð ber til at lesa meira um løgtingsuppskotið. Somuleiðis er eisini møguligt at lesa hoyringssvar frá ymiskum pørtum:

https://logting.fo/casenormal/view.gebs?menuChanged=16&type=0&caseNormal.id=4717