Rundferð: Vitjan á Sandi

Nevndarvitjan var á Sandi í dag, har hugnaligi barnagarðurin á Sandi, virknis- og umlættingardepilin á Sandi, og barnagarðurin í Gerðunum í Skopun vórðu vitjaðir.

Umframt rundvísing, kaffimunn og gott prát um leyst og fast, so greiddu stovnarnir nevndini frá sínum virksemi.

Barnagarðurin á Sandi fortaldu millum annað um teirra ”leikufría” tiltak einaferð um árið, har allar leikur verða goymdar vekk í ein heilan mánaða. Børnini skulu ístaðin hugsavna seg um tilfar og eitt evni, har bara hugflogið setur mørkini.

Á umlættingardepilinum vóru tey errin av, at hóast túrurin um fjørðin kann verða ein avbjóðing, so var tað lukkast at fáa eitt umlættingartilboð at virka á Sandi á nýggja stovninum – og tað væl eisini. Góðu nýggju hølini skapa røttu karmarnar fyri tí.

Í gerðunum arbeiddi tey við tí staðbundna, har nøvnini á stovunum høvdu fingið staðarnøvn úr oynni, sagnir vóru partur av dagliga virkseminum, og fjallið næstan beint uttanfyri vindeygað var spæliplássið hjá børnunum. Stovnurin annars var eisini væl skipaður við hølum til starvsfólk og børn, har starvsfólkini royndu at brúka sinar ymsu fakligu styrkir í starvinum.

Nevndin var vælnøgd við vitjanina – hóast Teistin enn einaferð var fullur, og øll ikki sloppu við yvirum. Á Sandi grør um gangandi fót.

Viðmerk