Rundferð: Vitjan í Suðuroy

Rundferð: Vitjan í Suðuroy

Í gjár vitjaði nevndin hjá Pedagogfelagnum í Vági, Tvøroyri og Hvalba. Umframt 6-ára tilboðið, so varð verkstaðurin inni á Bakka eisini vitjaður í Vági. Leiðin gekk síðani til dagstovnaøkið á Tvøroyri og síðani til Brosið í Hvalba, sum júst er opnað.

6-ára tilboðið í Vágs kommunu er nýligani flutt í hølir í Vágs skúla, og deilir bygning við skúlaflokkar. Jakob Skaaning greiddi frá um mongu flytingarnar av tilboðnum seinnu tíðina vegna trongu korini í dagstovninum, og um virksemi sum heild. Hóast nógv ivamál um at húsast í skúlanum, so hevur gingið rættuliga væl.

Hølini eru rúmlig og stór, og tey eru vælegnaði til endamálið, hóast tað kanska hevði verið ynskiligt at havt fleiri uttandura møguleikar til akkurát hendan aldursbólkin. Vónandi verður tað eisini ein fyrimunur fyri børnini, at tey eru so tætt við fyrsta flokk og skúlagongdina sum heild.

Í hugnaligu hølunum í Verkstaðnum á Bakka møtti nevndin starvsfólkum og búfólki. Rundvísing var á skránni og síðani kaffimunnur og gott prát. Á Bakka gekk væl at samansjóva samansetta búfólkabólkin, og framleiðslan av víðagitna steinparinum, sum millum annað eru at finna bæði í Italia og Australia, gekk eisini væl.

í dagstovnaøkinum á Tvøroyri er blomstrandi virksemi. Bíðilisti er at fáa pláss, men gott samstarv við eitt virkið kommunustýri merkir, at útbyggingar eru á veg. Mýrifípan verður næstan tvífalda í stødd, og ætlanin er at fáa sett í verk pedagogiska køkshjálp, so matur verður tríggjar dagar um vikuna, og at børnini eisini sleppa verða við. Hóast veðurhart, so er stórt grønt øki allan vegin rundanum, fótbóltsvøllurin tætt við, fleiri spæliøki eru, og allir tríggir stovnarnir liggja tætt við hvønn annan.

Í Hvalba er snotiliga Brosið nýligani opnað. Stovnur, sum bæði hevur barnagarð og frítíðarskúla. 12 starvsfólk, harav 3 pedagogar, húsast í fyrsta dagstovninum í bygdini. Hóast avbjóðingar sjálvsagt eru við at fáa ein nýggjan stovn at virka til fulnar, so er hevur gingist væl, og góðu og nýggju karmarnir gera tað sjálvsagt hugaligt at koma til arbeiðis hvønn dag.

Næsta rundferð hjá nevndini verður eftir ætlan í Vágunum.

 

 

Viðmerk