Samráðingarnar byrja aftur

Týsdagin 4. mai møtast nevnd felagins, samráðingarumboð fyri Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðagevarafelagið aftur við samráðingarborðið.

Blekkið er valla tornað í frágreiðingini frá nú fráfarna Búðskaparráðnum, har álvarin er lýstur um tørvin á fleiri starvsfólkum á umsorganarøkinum komandi árini, og, at arbeiðsumstøðurnar á økinum mugu gerast betur fyri at lokka fleiri fólk til.

Felagið lat sáttmálakrøv inn í september 2020. Samfelagið var tá sera merkt av koronafarsóttini, og vóru okkara krøv merkt av tí. Nógv vatn er runnið í ánna síðani tá.

Tíðirnar eru nú meira bjartskygdar, og vænta og krevja vit, at arbeiðsgevararnir hava alt hetta í huga, tá partarnir møtast við samráðingarborðið.

Hóast ávíst samband hevur verið millum partarnar seinastu tíðina, so hevur eingin fundur verið millum partarnar síðani november 2020. Sáttmálan fór úr gildi 1. otober 2020.