Stórur tørvur á námsfrøðingum

Nú summarið nærkast, síggjast alsamt fleiri lýsingar eftir starvsfólki til stovnar runt landið. Ein skjót uppteljing á ymiskum starvsportalum vísur okkum, at ongantíð hevur verið so stórur tørvur á námsfrøðingum, sum júst nú.

Í løtuni verður søkt eftir áleið:
60 – 65 námsfrøðingum.
20 – 25 hjálparfólkum.
3 leiðarum.

Ein uppgerð, ið Pedagogfelagið gjørdi á heysti í 2017 vísti, at áleið 400-500 námsfrøðingar vanta í, fyri at halda minstamarkið, ið er lógarfest í Dagstovnalógini. Mentamálaráðið, ið eisini umsitur dagstovnarnar, letur ikki til at vilja gera nakað við hendan trupulleikan. Eisini á stovnum undir landinum er stórur mangul á námsfrøðiligari fakvitan. Einki arbeiðsloysi er millum námsfrøðingar og á hvørjum árið koma áleið 30 nýútbúnir námsfrøðingar út frá Setrinum. Hetta er alt ov fá fyri at nøkta ovurhonds stóra tørvin.

Pedagogfelagið hevur fleiri ferðir heitt á Mentamálaráðið og Setrið, um at taka fleiri lesandi inn, tó uttan nakað úrslit enn. Eisini høvdu vit ynskt, at Setrið t.d. gjørdi tað møguligt at taka net útbúgvingar. Hetta hevði gjørt, at fólk ið ynskja at lesa námsfrøði, men ikki seta seg før fyri at fara á skúlabonk í 4 ár, kundu tikið lesnaðin t.d. parttíð. Men einki røkist fyri hesum heldur.

Stóri tørvurin á námsfrøðingum skapar órógv á námsfrøðiligu starvsøkjunum, tí tað valdar ruðuleiki á økinum. Starvspláss “ræna” starvsfólk frá hvørjum øðrum. Hetta gagnar hvørki børnunum, borgarunum ella brúkara. Afturboðini vit hoyra frá leiðarum er, at ringt er at fáa manning til gerandisdagin og mangan koyra stovnarnir við undirmanning.

Stórur vandi er eisini fyri, at ikki er nokk av umsøkjarum til øll hesi størvini, og hvussu skulu leiðarar so manna stovnarnar? Fara vit at síggja stovnar lata aftur, vegna vantandi starvsfólk?

Føroya Pedagogfelag vónar at hetta fær klokkurnar at ringja hjá politikarum, kommunum, Fróðskaparsetrinum og Mentamálaráðnum, at gera nakað við trupulleikan, soleiðis at fleiri ynskja at arbeiða á økinum og stovnarnir fáa manning.

FØROYA PEDAGOGFELAG

-Tilvildarlig mynd.