Stovnsnámsferð í Danmark

Læruríkur túrur gav spennandi íblástur til nýggjar arbeiðshættir

Í apríl mánaða í ár vóru starvsfólk úr Býlingshúsinum millum Gilja á námsferð í tríggjar dagar í Danmark, millum annað við fíggjarligum stuðli úr A&U-grunninum hjá Pedagogfelagnum. Tríggir ymiskir stovnar á Fjóni vórðu vitjaðir. Endamálið við túrinum var at økja um námsfrøðiliga medvitið í gerandisdegnum og at styrkja um samanhaldið í starvsfólkabólkinum.

Áðrenn túrin, so fyrireikaði starvsbólkurin seg við at gera ætlanir fyri hvat námsfrøðiligt arbeiði tey skuldu leggja til merkis at eygleiða á túrinum.

Millum annað kundu tey hugsað sær at kanna hvussu danskir námsfrøðingar leggja sítt arbeiði til rættis. Hvussu gjøgnumføra og eftirmeta teir sítt námsfrøðiliga arbeiðið, hvussu eygleiða teir nærveruna og relatiónirnar millum børnini, og millum børnini og vaksin.

– Vit høvdu hugarok á starvsplássinum og funnið fram til trý øki vit vildu hugsavna okkum um – inklusión, tilrættisleggan av arbeiðsdegnum og “small scale society”, tvs. hvussu tað lítla samfelagið ávirkar námsfrøðiliga arbeiði í gerandisdegnum – og vit fokuseraði síðani uppá eitt øki í senn á hvørjum av teimum trimum stovnunum vit vitjaðu, sigur Majbritt Jacobsen, leiðari á Býlingahúsinum millum Gilja um túrin.

Eisini hildu starvsfólkini tað vera áhugavert at síggja ymisku mentanirnar vit hava ávikavist í Danmark og í Føroyum, og hvussu tað kann verða við at mynda arbeiðið. Dokumentatiónsarbeiðið varð til dømis eygleitt, og staðfest varð, at teirra egna heima á stovninum í Føroyum væl speglar virksemi sum er, og var á fínt so góðum støði, sum hjá teimum tey eygleiddu í Danmark.

Hví valdu tit júst Danmark?

– fíggjarliga loysti tað seg best, og vit vóru eisini noydd til at taka avgerðina rættuliga skjótt. Vit valdu tí eitt øki vit kendu væl, hóast vit kundi hugsað okkum at havt vitjað t.d. Norra, Svøríki og Ísland. Men stovnarnir vit funnu í Danmark passaðu væl til tað vit ynsktu at kanna nærri. M.a. var eini stovnurin í Danmark serliga áhugaverdur í samband við inklusión, tí tey bæði høvdu deyv og tunghoyrd børn á stovninum, sum setti stór krøv um tilvitan hjá starvsfólkunum í samband við inklusión hjá børnunum.   

           

Kjakið um túrin og íblásturin førdi til nakrar ítøkiligar broytingar á stovninum heima í Føroyum, millum annað í arbeiði við meira sjálvbjargni hjá vøggustovubørnunum, sjónliggering av námsfrøðiliga arbeiðnum og at visualisera gerandisdagin hjá børnunum meira. Í øðrum førum blivi starvsfólkini tilvitaði um hvørjar broytingar tey nevnuliga ikki vildi gera í verandi gerandisdegi á arbeiðsplássinum.

Eitt úrslit av túrinum var eisini, at núverandi námsætlan á stovninum kundi enn betri umboða gerandisdagin hjá starvsfólkunum við nøkrum tillagingum, og tí er ætlanin at gera broytingar komandi ár, so hon betri passar til.

Samanumtikið var túrurin sera góður. Samanhaldið í starvsfólkabólkinum var longu sera gott, men er blivið enn betri við at uppliva ein sovorðnan túr saman.

Hósdagin 8. novembur kl 14 til 16 fer Majbritt at hava verkstovu fyri leiðarar um námsferðina, og hvat fakligani kann fáast burturúr hjá einum starvsbólki tá farið verður á námsferð. Tiltakið verður í húsinum hjá Pedagogfelagnum í Tungugøtu 1. Áhugaði kunnu melda seg til tiltakið her innan 5. novembur við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

Tilmelding til verkstovu