Stuðla sjúkrarøktarfrøðingunum

Føroya Pedagogfelag stuðlar sjúkrarøktarfrøðingunum.

Í samband við íkomnu sáttmálatrætuna millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og arbeiðsgevararnar, skal Føroya Pedagogfelag lýsa sín fulla stuðul til sjúkrarøktarfrøðingarnar.

Somuleiðis verður noktað øllum limum felagsins, at átaka sær verkfallsrakt arbeiði.

Føroya Pedagogfelag.