Stuðul til sjúkrarøktarfrøðingarnar

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur okkara fulla stuðul.

Føroya Pedagogfelag heitir á Fíggjarmálaráðið um at taka upp veruligar samráðingar við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Tað er ein løgin støða at vera í, tá marknaðarkreftir, útboð og eftirspurningurin á almenna arbeiðsmarknaðinum ikki ávirka, men, at ein mestsum tilvildarligur ásettur karmur skal stýra sáttmálasamráðingunum. Nú verkfallið nærkast fjórðu viku, skulu vit heita á Fíggjarmálaráðið um at taka samráðingarrættin hjá fakfelagnum í álvara, og fara aftur til borðið við veruligum loysnum í huga.