Styrki frítíðarskúlarnar

Nú politikarar í løgtinginum kjakast um at lækka tímatalið hjá føroysku fólkaskúlanæmingunum, so er tað eitt gott høvi at kjakast um at styrkja frítíðarskúlatilboðini. Tað verða har børnini fara teir færri tímarnar tey verða í skúla.

 Skapanarevni og sosialu tiltøkini mynda gerandisdagin á frítíðarskúlum og hevði tað sjálvsagt komið væl við at styrkt hetta tilboðið.

Um børnini eru meira í frítíðarskúlum, so er møguligt at skipa fyri einum meira samanhangandi degi til børnini, við tiltøkum og øðrum, sum strekkja seg yvir fleiri tímar enn sum nú er.

Hetta er tó sjálvsagt ikki ókeypis at seta í verk, og mugu vit tí samstundis tryggja okkum, at ivaleyst av starvsfólkatímum verða til eyka uppgávurnar, um frítíðarskúlar nú koma at veita eitt størri námsfrøðiligt tilboð til børnini.

 …Spyr tín frítíðarskúla hvat hann hevði gjørt við fleiri tímum?

Jógvan Philbrow,

formaður í Føroya Pedagogfelag