Hvørjir førleikar hava týdning í sosialpedagogiskum arbeiði
Hendan spurning hava flestu tykkara allarhelst eina greiða meining um, og tí vóni eg, at tit fara at luttaka á okkara talgilda limafundi, sum verður hósdagin 23 maj kl. 15.30, og bjóða inn við tykkara meiningum, royndum og hugskotum um, hvussu ein felags norðurlendskur kompetansuprofilur fyri sosialpedagogar kann verða.
Talgildi fundurin verður skipaður saman við NFFS – Nordisk Forum For Sosialpædagoger, sum er felagsskapur mannaður av Føroya Pedagogfelag og systurfeløgum okkara í Noregi, Íslandi og Danmark.
Endamálið er at styrkja eina felags norðurlendska fatan av, hvat tann sosialpedagogiski fak-førleikin kann, og hvat hesin skal kunna í møtinum við menniskju, sum bera brek ella hava sálarligar avbjóðingar, bæði børn, ung og vaksin.
Við eini greiðari felags fatan standa vit sterkari, tá vit saman skulu styrkja ta sosialpedagogisku fakligheitina tvørtur um landamørk í Norðanlondum.
Á hesum talgilda fundið taka vit støði í heimsvíða kompetansuprofilinum, sum vit hava gjørt í altjóða professiónsfelagskapinum AIEJI.
Tú kanst lesa um altjóða kompetansuprofilin her:
Vónandi síggjast vit 23. mai. Tú luttekur á fundinum, við at fara inn á hesa leinkju, hósdagin kl. 15.30:
Blíðar heilsur
Sanna á Løgmansbø
Forkvinna í Føroya Pedagogfelag