Til allar limir ið arbeiða hjá AV

Vit skilja og hava fingið boð um, at Almannaverkið noktar tykkum at arbeiða meira enn 40 tímar um vikuna.
Vit hava fingið upplýst, at boðini frá Almannaverkinum er, at Pedagogfelagið noktar limum sínum at arbeiða meiri. Hetta er óheppið, og er als ikki tað sum Pedagogfelagið hevur boðað Almannaverkinum frá.

Vit vilja tó koma við eini rættleiðing til hesa fatanina, at tað er Føroya Pedagogfelag, sum noktar limum at arbeiða omanfyri 40 tímar.

Pedagogfelagið hevur heitt á Almannaverkið, um at virða sáttmálan. Vit ynskja at sáttmálin verður hildin – og sáttmálin ásetur, at um tit arbeiða omanfyri 40 tímar í miðal í einum rullið, so eigur tað at telja sum yvirtíð.

Føroya Pedagogfelag hevur ikki noktað nøkrum at arbeiða, og hevur heldur ikki ætlanir ella heimild, at nokta nøkrum at arbeiða.

Vinarliga
Føroya Pedagogfelag