Tillukku við valinum – Góðska kostar!

Føroya Pedagogfelag vil við hesum ynskja øllum nývaldum bý- og bygdarráðum hjartaliga tillukku við valinum.

Ongantíð áður hevur námsfrøðiliga økið verið so nógv umrøtt í einum valstríði. Góðar normeringar eru ein fortreyt fyri góðsku.

Kommunurnar eru arbeiðsgevarar fyri stóran part av limum okkara. Tískil fara vit at minna nývaldu bý- og bygdaráðini á at skapa starvsfólkunum virðiligar karmar á dagsstovnunum og sáttmálaøkinum annars. Dygd og góðska kostar.

Góðska og fígging fylgjast at, ábyrgdin er nú tykkara.

Føroya Pedagogfelag bjóðar seg til at veita ráðgeving og sparring um normering og onnur ivamál.