Tiltak fyri nýútbúnar námsfrøðingar í 2018

Allir nýútbúnir námsfrøðingar eru vælkomnir til eina hugnaløtu í hølunum hjá Pedagogfelagnum í Tungugøtu 1 í Tórshavn týsdagin 4. september frá kl. 17.00.

Seinni verður farið niðan í hølini hjá Føroya Arbeiðarafelag, har felagið bjóðar ein góðan bita. Tiltakið endar væntandi umleið kl 20.00

Nevndin og umboð fyri umsitingina verða við til tiltakið, har tað m.a. verður kunnað um lima- og sáttmálaviðurskifti tykkara.

Tiltakið er ókeypis, men vegna matin er neyðugt at melda til.

Vinarliga boða frá luttøku við senda ein teldupost, við navni og føðidato, til pedagog@pedagogfelag.fo í seinasta lagi fríggjadagin 31. august 2018.

Pedagogfelagið gleðir seg til at hitta tykkum.

Vinaliga
Føroya Pedagogfelag