Føroya Pedagogfelag skipar fyri áhugaverdum tiltaki fyri limum sínum um eftirlønarviðurskifti í Smæruni 18. Juni kl 18.00.
Gunnvør Dam Jensen frá LÍV greiðir frá um eftirløn hjá teimum sáttmálasettu, ímeðan Bjarni Mortensen frá Fíggjarmálaráðnum greiðir frá um eftirløn hjá teimum tænastumannasettu.
Tiltakið er ókeypis.
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til pedagog@pedagogfelag.fo
Fyri at minka um matoyðsl er neyðugt við tilmelding.
Okkurt leskiligt verður at fáa. Tiltakið er umleið tveir tímar til longdar.