Trý bjóða seg fram til nevndarsess

Nú er greitt hvør bjóðar seg fram til nevndina í Føroya Pedagogfelag, til aðalfundin 05. mars 2022.

Nú freistin at boða frá uppstilling og at koma við uppskotum til aðalfundin, er greitt at tríggir limir bjóða seg fram til nevndina í Føroya Pedagogfelag. Tveir nevndarsessir standa fyri valið.

Hesi hava stillað upp til nevndina í bókstavarøð:

Gunnvá Akraberg Hansen

Harald Joensen

Valborg Hammer

Teir limir sum fáa flestar atkvøður verða valdir, og nummar trý verður tiltakslimur.

Eitt uppskot er komið inn til punkt H. og er tað:

At Føroya Pedagogfelag aftur fer at geva Pedagogblaðið út í pappírform.

Í dag kemur blaðið út einaferð um árið í pappírsform, og tríggjar ferðir í avmarkaðum og talgildum formi.

Tað er Katrin Karlsdóttir Johansen, ið hevur lagt hetta uppskotið inn.

A. Val av fundarstjóra og skrivara
B. Ásetan av fundarskipan fyri aðalfundin
C. Frágreiðing frá nevndini til góðkenningar
D. Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
E. Framløga av felagsins fíggjarætlan til kunningar
F. Viðgerð av ætlaða virksemi felagsins
G. Val av grannskoðarum
H. Viðgerð av innkomnum uppskotum og ásetan av limagjaldi
I. Fráboðan um hvør er valdur í nevnd og sum eykalimur
J. Fráboðan um hvør er valdur til formann triðja hvørt ár
K. Ymiskt 

Hjá hjálparfólkaráðnum vóru tveir ráðssessir eisini fyri vali, og hava tveir limir bjóðað seg fram: Hansine Brandt og Oda Dalfoss, hesar verða tí valdar uttan atkvøðugreiðslu, og er valskeiðið trý ár.

Námsfrøðingaráðið stóð alt sum tað var fyri vali, og skuldu fimm ráðslimir veljast. Fýra hava bjóðað seg fram:

Í bókstavarøð:

Anja Haldansen

Gunn Maritudóttir

Krista Hvannastein

Tina Tórarenni

Trý tey fyrst valdu verða vald í trý ár, tann fjórða verður vald fyri tvey ár.

Leiðararáðið er fult mannað, og er einki val á hesum sinni.