Umsorganarøkið fyri hóttafalli

Herfyri hoyrdist í fjølmiðlunum, at kømur standa tóm á eldrasambýlum, tí tað ikki eru nokk av starvsfólkið til at hava øll tilboð opin. Sjálvsagt hevur koronastøðan sína ávirkan, men starvsfólkatrot er ikki ein brádliga íkomin støða, og er ein trupulleiki fyri alt umsorganarøkið, sum fakfeløg og fakfólk eisini hava ávarað um.

Stórt starvsfólkatrot er á øllum tí námsfrøðiliga arbeiðsøkinum. Hetta hava vit vitað leingi, og trupulleikin veksur fyri hvørt ár. Almannaverkið hevur boðað frá, at tey vænta at skula hava 60-80 nýggj starvsfólk um árið tey komandi nógvu árini. Á dagstovnaøkinum kann eisini staðfestast stórt trot. Tær mongu lýsingarnar eftir starvsfólkum boða frá hesum.

At almennu umsorgnarøkini mangla skikkað starvsfólk, ella at tað sum heild er trot á starvsfólkum er ikki ein trupulleiki, ið brádliga er íkomin. Almennu arbeiðsgevararnir, bæði kommunalir og landið, hava sovið í tímanum, og hava ikki sæð álvarsemi í hesum. Spakuliga, men heilt vist, er økið forsømt á slíkan hátt, at áhugin fyri at velja sær yrkisleið innan almenna umsorgan so líðandi er minkaður. Tey mongu verkføllini og semingsumfør í sáttmálasamráðingum á almenna arbeiðsmarknaðinum seinastu árini, benda á, at politiskt hevur man ikki haft ætlanir um stórvegis batar.

Úrslitið sæst nú, økið tapir kappingina um starvsfólk og eingi tekin eru um ætlandi batar frá politisku myndugleikunum, tíverri.

At veita almennar vælferðartænastur er ein kostnaðarmikil uppgáva, tað er eingin loyna í hesum. Hesi arbeiðsøki hava stundum fingið álagt at fremja ymiskar munadyggar effektiviseringar, sparingar ella bygnaðarbroytingar, alt ímeðan fleiri torgreiddar uppgávur skulu loysast. Tað sum hetta stutt merkir er, at gólvfólkið skal renna skjótari, samstundis sum tey skulu effektivisera seg sjálvi og megna meira. Hetta heldur eingin til í longdini, og skorið er nú inn á bein.

Tann námsfrøðiliga uppgávan er eitt uppalandi-, mennandi- og mentunararbeiði, har alt menniskja er í brennideplinum. Hetta merkir, at ein faklig uppílegging og ábyrgd liggur á starvsfólkinum at skapa eitt námsfrøðiligt rúm, sum ber brá av at barnið/borgarin upplivir lívsgleði, áhuga, tryggleika, hugbirting og umsorgan og soleiðis fær gróðrarbotn til víðari menning. Umsorgararbeiði tekur tíð, og skal hava ta tíð tað tekur. Alt arbeiði frá menniskja til menniskja tekur tíð. At taka tíðina burtur, er tí tað ringasta ein kann gera fyri brúkaran av umsorgnarpersóninum.

Tá hugsað verður um starvsfólkatrotið kann hetta býtast sundur í tvær ymiskar støður. Nr. 1: ov fáar hendur, til at røkja mest neyðuga gerandisliga tørvin. Mest neyðuga røktin/umsorganin verður veitt, men stundir er ikki til meira. Nr. 2: ov fá fakliga skikkað starvsfólk. Skikkað starvsfólk eru tey, sum hava fingið eina útbúgving ella grundútbúgving í tí arbeiði tey eru sett til.

Fráveran av skikkaðum fakligum starvsfólkið ger, at brúkarin/borgarin/barnið ikki neyðturviliga fær ta røttu umsorgan ella hjálp, sum tað hevur tørv á. Sum samfelag eru vit í gongd við at góðtaka, at hetta fer fram. Okkara veikastu, gomlu og yngstu fáa ikki rætta røkt og umsorgan.

Í seinasta enda kann hetta hava álvarsamar og kostnaðarmiklar avleiðingar fyri samfelagið, um vit ikki alt fyri eitt byrja at gera fyribyrgjandi tiltøk alt fyri eitt. Kanska vit longu eru ov sein. Tað eru ongar kanningar í Føroyum sum vísa, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri okkara samfelag, men ábendingar eru um hetta. Síðstu árini, eru bíðilistar til barna- og ungdómspsykiatriðina alsamt vaksnir. Ein fyribyrging kundi verið, at nokk av fakliga dugnaligum umsorganarstarvsfólkum, vóru um børnini, og at hesi høvdu tíð til sítt arbeiði.

Um ynskið framvegis er at hava eitt høgt fakligt umsorganarøki, er fremsta uppgávan hjá arbeiðsgevaranum, saman við fakfeløgunum komandi árini, at gera økið meira áhugavert hjá ungum fólki at velja sær sum yrkisleið. Fleiri útbúgvingarmøguleikar eru ein fortreyt, saman við m.a. betri løn, arbeiðsumstøðum og hækkaðum normeringum.

Pedagogfelagið hevur í fleiri førum víst á møguleikar og mælt til ymiskar loysnir, men sum heild, sakna vit eina heildarætlan fyri, hvussu økið fæst á rættan kjøl. Tí eitt er vist, hetta er ikki nakað sum einans verður loyst til sáttmálasamráðingar, men má raðfestast politiskt.

NIKKIL HEINESEN
Næstformaður Føroya Pedagogfelag