Upplýsandi og kveikjandi kafékvøld

Omanfyri 100 fólk vóru vælmøtt til kafekvøld mikukvøldið á Hotel Klaksvík, sum Pedagogfelagið skipaði fyri. 

Á skránni vóru tvær framløgur. Fyrst kom Dan Joensen frá LÍV og greiddi frá eftirlønar- og tryggingarviðurskiftum, og hvat serliga skal havast í huga, fyri at hava síni tryggingarviðurskifti í rættlag.

Seinni fyrilesturin var frá Elin N.W. Tausen. Elin er verkstaðarnámsfrøðingur í Miðstovninum, sum liggur í miðbýnum í Tórshavn. Harumframt er Elin eisini virkin í áhugabólkin Dagstovnanámsfrøði í Føroyum, endurnýtsluverrkstaðnum Hugla, og kanska nøkur eisini kenna hana sum fyrrverandi nevndarlim í Pedagogfelagnum. Yvirskriftin var “Kann eg gera tað eg vil?”, ein spurningur, sum eitt barn hevði sett, tá tað fekk at vita, at á verkstaðnum er alt tað tilfarið á hyllunum frítt at brúka. Við livandi frágreiðingum, myndum/dømum og ástøðiligari vitan, kom Elin m.a. inn á, at vit skulu geva barninum umstøður at skapa, og at tora at geva barninum loyvi til at koma í eina skapandi tilgong/flow. Tá barnið fer í gongd við at skapa, er tað okkara uppgáva, sum starvsfólk, at lata barnið skapa og finna fram til “hetta eri eg”. 

Vit eru sera glað fyri stóru undurtøkuna fyri tiltakinum. Komandi tíðina verða fleiri tiltøk, sum felagið, ráðini og áhugabólkur skipa fyri.

Fleiri myndir eru á facebook síðu felagsins.