Uppstilling til aðalfundin 2018

Freistin at stilla upp til nevndina hjá Pedagogfelagnum í samband við aðalfundin á Hotel Føroyum 3. mars gekk út á midnátt.

Formaður og tvey umboð í nevndini standa fyri valið.

Nikkil Heinesen stillar upp aftur, Gunnvá Akraberg Hansen er nýtt valevni, og Jógvan Philbrow stillar upp aftur sum formannsvalevni.

Av tí at ongi mótvalevni eru, so verða umboðini vald uttan stríðsval.

Tiltakslimir skulu tó veljast á aðalfundinum. Tilmelding til aðalfundin byrjar 10. februar. Nærri kunning verður um hetta í næstu viku.

Viðmerk