Væleydnaður leiðararáðsdagur

Fríggjadagin 9. apríl varð skipað fyri leiðararáðsdegi á Hotel Hilton. Tað er nevndin, ið hevur kallað inn til eykaaðalfund, fyri at fáa mannað ráðið, ið er fyri leiðslur.

Limir, sum eru settir sum eindarleiðarar, leiðarar, varaleiðarar ella í líknandi leiðslustørvum, verða umboðað og velja eitt leiðararáð. Fitt av limum vóru møttir upp, og varð ráðið eisini mannað.

Áðrenn valið til ráðið fór fram, hevði Eydna Skaale ein fyrilestur um “Tað góða samskiftið”.

Tey sum eru vald í ráðið eru:
3 ár: Mirjam Johannesen, dagstovnaleiðari í Tórshavn.
3 ár: Turið Horn, dagstovnaleiðari í Tórshavn.
3 ár: Elisabeth Henriksen, eindarleiðari í Eind 9 Almannaverkið.
2 ár: Hans Andrias Olsen, frítíðarskúla- og dagstovnaleiðari í Rituvík.
2 ár: Joan Midjord, leiðari í sjálvsognarstovni/serstovni í Klaksvík.
Eykalimur til næsta val: Anna Maria Erlingsdóttir, dagstovnaleiðari í Vági.


frá vinstru: Joan, Turið, Elisabeth, Mirjam og Hans Andrias.