Vælferðin í vanda

Nú landsstýriskvinnan í almannamálum fyri tíð síðan boðaði frá, at ætlan er at herða treytirnar fyri tillagaðum starvi, vilja vit í Føroya Pedagogfelag eisini tala at, og vísa okkara stúran í hesum álvarsmáli.

Sum kunnugt hevur eingin hoyring verið, og tískil heldur eingin møguleiki hjá okkum at gera viðmerkingar til ætlaðu broytingina. Hetta harmar okkum, og tí vilja vit vísa á, at vanlig mannagongd ikki er fylgd. Vónandi fer landstýriskvinnan at rætta upp uppá hetta mistak, og skjótast gjørligt bera so í bandi, at allir avvarandi partar verða bodnir inn at siga sína hugsan í málinum. Enn er eingin kanning gjørd, um hvørjar avleiðingar hetta kann koma at hava við sær, og tí kunnu vit ikki vita, hvussu broytingin fer at ávirka starvsfólk ella starvspláss, ella hvørt broytingin fer at hava við sær økt trýst á aðrar skipanir, s.s skipanina fyri m.a. fyritíðarpensjónistar.

Ætlaða broytingin kemur at spara landinum 2 mió. kr. Grundgevingin fyri broytingini er, at skipanin treingir til eftirmeting og dagføring, soleiðis, at hon verður samtíðarhóskandi.

Hetta er eftir okkara tykki ikki nóg væl grundað ella at rokna sum berandi próvgrund. At Landstýrið ikki kann finna hasar 2 mió. kr. aðrastaðni í búskapinum, er okkum ein gáta. Hóast 2 mió. kr. ikki tykjast sum tann stóra upphæddin, so er tað í hesum føri ein upphædd, sum kemur at hava álvarsligar fylgjur fyri ein bólk í samfelagnum, sum frammanundan er sárbarur.

Vit hava seinastu vikurnar sæð fakfeløg og áhugafeløg úttalað seg vegna limir sínar. Í Føroya Pedagogfelag eru eisini limir, ið verða raktir av hesari broyting. Tað er eingin loyna, at okkara øki fevnir um ein stóran part av almenna arbeiðsmarknaðinum – og vit hava sjálvandi eisini limir, ið eru undir skipanini fyri tillagaðum starvið. Í allar flestu førum er talan um sólskinssøgur, har fólk við skerdum arbeiðsføri kunnu luttaka og verða virkin í arbeiði hóast avbjóðingar. Hesi menniskju kunnu við eini rúmligari skipan, hóast varandi skert arbeiðsføri, kenna seg tryggan í sínum arbeiði, sum part av einum felagsskapi, og at hava virði fyri samfelagið, og geva teirra ískoyti til at hava eitt vælferðarsamfelag koyrandi. Hetta hevur stórt virði, bæði fyri hesi menniskju sum einstaklingar, fyri teirra lívsgóðsku og lívsgleði, men hetta hevur eisini stóran týdning og stórt virði fyri okkara samfelag. Okkum tørvar hesi menniskju – okkum tørvar allar hendur!

Verður broytingin skundað ígjøgnum uttan atlit fyri vansum og neiligum avleiðingum, so síggja vit fyri okkum, at fleiri fara at fella undir aðrar tyngri skipanir í eftirtíðini. Væl kann hugsast, at starvsfólk sum megna at virka undir núverandi skipan, seinni fara at blíva fult óarbeiðsfør og fyritíðarpensjonistar nógv fyrr enn gott er, og tá kemur tað at kosta samfelagnum nógv meira. Vit eiga og mugu raðfesta menniskjaligt tilfeingi og varðveita skipanir sum rigga. Vit mugu tosa um slíkar skipanir sum íløgur – tí tað virði, sum hesi menniskju leggja eftir seg í samfelagnum, er ikki uttan týdning.

Eitt vælferðarsamfelag eigur ikki at leita eftir smápengum í sosialum skipanum, sum tryggja menniskju og arbeiðsmarknað! Skipanir, sum tryggja sosiala kapitalin og menniskjaliga virði og haldføri í okkara samfelag. Og skulu slíkar skipanir eftirmetast og dagførast, so má og skal hetta gerast í samráð við allar avvarandi partar – fakfeløg og áhugafeløg, sum hava vitan og innlit í starvsviðurskifti á arbeiðsmarknaðinum.

Tað er annars hugstoytt at síggja hvussu landsins mynduleikar raðfesta í mun til íløgur og sparingar á ymsu økjunum. Okkara vælferðarsamfelag er ein trygd hjá okkara veikastu borgarum – hetta vælferðarsamfelag, sum vit hava bygt upp ígjøgnum eitt mannaminnið, við sosialum skipanum, ið tryggja, at øll hava sømilig og livilig kor. Vit merkja í dag, at vælferðin er í vanda – skipanir blíva alsamt meira viðbreknar, samstundis sum tørvurin á hjálp økist. Og hartil er retorikkurin í politisku skipanini broyttur; vit tosa um menniskju og umsorganarøkini sum útreiðslur, har vit skulu fremja sparingar. Tað er alneyðugt, at politiska skipanin ikki heldur fram á hesi vandakós – menniskjaligt tilfeingið má tosast um sum ein íløga – ein neyðug og sera týdningarmikil raðfesting.

Við hesum skrivi taka vit undir við øllum teimum, ið frammanundan hava talað at, og heita staðiliga á landstýriskvinnuna í almannamálum um at útseta ætlaðu broytingina, og kallað inn avvarandi partar sum skjótast, so vit kunnu fáa eina virðiliga og upplýsandi greining av skipanini.

Vegna limir í Føroya Pedagogfelag

Sanna á Løgmansbø, forkvinna